Slovenskur dómari dømir Kekkia-Føroyar

Rade Obrenovič fer at leiða HM-undankappingardystin millum Kekkia og Føroyar

Leygarkvøldið klokkan 19.45 spælir føroyska manslandsliðið í fótbólti fyrsta dystin í hesari HM-undankappingini. 

 

Tá spæla Føroyar móti Kekkia á útivølli á Malsovicka Arena leikvøllinum í Hradec Kralove. 

 

Føroyar hava áður spælt sjey ferðir móti Kekkia, og allar sjey ferðirnar hava vit tapt, og enn hava okkara til góðar at skjóta fyrsta málið móti Kekkia.

 

Tað vera slovenskir dómarar, ið koma at døma dystin. 34 ára gamli, Rade Obrenovič sum verður høvuðsvenjari.

 

Rade Obrenovič hevur dømt altjóða dystir, bæði landsdystir og evropeiskar felagsliðsdystir síðani 2019, so hann er ikki sørur tá um altjóða royndir ræður.

 

Rade Obrenovič hevur dømt dystir í bestu deildini í Slovenia síðani 2013. 

 

KEKKIA - FØROYAR

Dómari: Rade Obrenovič SVN

Hjálpardómari 1: Jure Praprotnik SVN

Hjálpardómari 2: Grega Kordež SVN

Fjórði dómari: Martin Matoša SVN

VAR dómari: Daniele Doveri ITA

VAR hjálpardómari: Daniele Paterna ITA

FIFA dómaraeygleiðari: Juan Antonio Fernández Marín ESP

FIFA dystarumboð: David Pugh ENG