Elias Ellefsen á Skipagøtu og liðfelagarnir í THW Kiel spældu í dag týdningarmiklan toppdyst í týsku bundesliguni. Dysturin var leiktur á útivølli móti Melsungen.
Melsungen vann dystin 27-22. Í steðginum var Kiel annars á odda 12-11, men tað gekk væl verri hjá Kiel í seinna hálvleiki. Melsungen vann seinna hálvleik 16-10.
Elias var við fýra málum saman við Harald Reinkind triðbesti málskjúttin hjá Kiel. Elias legði eisini upp til tvey mál (assist).
Kiel er nummar fýra í deildini við 34 stigum. Fremst er liðið hjá Vilhelmi Poulsen, Hannover-Burgdorf við 39 stigum.
Klokkan 18 spæla Jóhan á Plógv Hansen og liðfelagarnir í Flensburg-Handewitt dyst á útivølli móti Lemgo.
Í morgin klokkan 14 taka Hákun West av Teigum og liðfelagarnir í Füchse Berlin móti Hamburg í Max Schmelling høllini í Berlin.
Füchse Berlin er triðfremst í deildini við 37 stigum. Flensburg er á fimta plássinum við 33 stigum.