Í kvøld er lagið gott á mongu hondbóltsfjepparunum í Kiel.
Í kvøld megnaðu Elias Ellefsen á Skipagøtu og liðfelagarnir í THW Kiel at vinna greitt á verandi meistarunum í bundesliguni, Magdeburg.
Frammanfyri 10.300 áskoðarum í Wonderino høllini í Kiel vunnu Elias og liðfelagarnir 31-25 á Magdeburg. Í fyrra hálvleiki lá væl fyri hjá Kiel, ið var á odda 20-11 í steðginum.
Elias skoraði fýra mál, og legði somuleiðis upp til fýra mál.
Kiel er næstfremst í deildini við 28 stigum. Melsungen er fremst við 32 stigum.
Í morgin klokkan 15.30 taka Vilhelm Poulsen og liðfelagarnir í Hannover-Burgdorf móti Leipzig á heimavølli. Somu klokkutíð spæla Jóhan á Plógv Hansen og liðfelagarnir í Flensburg-Handewitt dyst á útivølli móti Erlangen. Klokkan 17 taka Hákun West av Teigum og liðfelagarnir í Füchse Berlin móti Potsdam í Max Schmelling høllini í Berlin.