Tiltikni sigurin í Íslandi í 2009

Fyribilsvenjarar: Heðin Askham og Jens Martin Knudsen kollveltu landsliðið

Mynd: Liðið, sum byrjaði dystin í Íslandi

Eyðun Klakstein er tann fjórða fyribilsloysin, sum føroyska manslandsliðið hevur roynt í tíðini, eftir at Føroyar kom upp í altjóða fótbólt. Undan honum hava venjarapørini Jógvan Norðbú og Jóhan Nielsen, og Heðin Askham og Jens Martin Knudsen, umframt Jógvan Martin Olsen roynt leiklutin. Her minnast vit afturá venjingarleguna á Kýpros, sum Jógvan Martin Olsen ráddi fyri.

 

(Brot úr grein í Sosialinum 14. novembur)

 

Fýra ferðir hevur verið boð eftir ein fyribilsloysn til manslandsliðið. Í 1993 tóku Jógvan Norðbúð og Jóhan Nielsen yvir í HM-undankappingardystinum móti Rumenia á Svangaskarði. Í 2002 tók táverandi hjáparvenjarin, Jógvan Martin Olsen, yvir á eini venjingarlegu á Kýpros.

 

Í 2009 tóku Heðin Askham og Jens Martin Knudsen sær av einum venjingardysti í Íslandi, sum Føroyar vunnu 1-0. Og fyri einum mánaði síðani fekk Eyðun Klakstein møguleikan at royna seg sum fyribils venjara, eftir at Håkan Ericson við toymið bleiv koyrt frá.

 

Tiltikni sigurin í Íslandi í 2009

 

Í 2008 takkaði Jógvan Martin Olsen fyri seg sum landsliðsvenjari. Heðin Askham tók yvir saman við Jens Martini Knudsen, ið hevði verið hjálparvenjari hjá Jógvan Martini Olsen.

 

- Vit sótu á Vaðhorn og úttóku hópin. Heðin Askham var U21-landsliðvenjari og kendi væl til teir yngur spælararnar. Eg hevði nokk ikki blandað kortini heilt líka, um eg var einsamallur, sigur Jens Martin Knudsen í dag.

 

Teir valdu at kollvelta landsliðið og fleiri ungir spælarar fingu møguleikan. Eitt nú Gunnar Nielsen, Gudmundur Nielsen, Christian R. Mouritsen, Andreas Lava Olsen og 19 ára gamli Odmar Færø.

 

- Eg spældi við U21-liðnum hjá Brøndby tá. Eg minnist væl, at Andreas Lava Olsen hevði grønt hár og hevði tatoverað LÍF á tjúkkan. Eg kom ikki inn og minnist ikki so væl dystin, men minnist væl at fór at vitja ein, sum eg kendi úr Aberdeen, sigur Odmar Færø í dag.

 

Hann er einasti spælarin, sum er við á ferðini í Armenia og Norðurmakedónia í hesum døgum, sum var við í dystinum Íslandi. Føroyar vunnu 2-1, eftir at hava verið á odda 2-0 líka til seinasta minuttin av vanligari leiktíð. Fróði Benjaminsen legði Føroyar á odda, meðan íslendingar gjørdu sjálvmál til 2-0. Talan var um eitt íslendskt landslið mannað við spælarum úr íslendsku kappingini.

 

Føroyar spæla sunnudagin klokkan 14 móti Norðurmakedónia í seinasta umfarinum í Nations League á hesum sinni. Føroyar eru tryggjaðar plássið í deild C, men kunnu vit at halda seg frammanfyri Armenia og Lettlandi sleppa at spæla play-off dyst um at flyta upp í deild B.

 

Mynd: Liðið, sum byrjaði dystin í Íslandi