Tað er Bárður á Lakjuni, sum hevur lagt fram uppskot til samtyktar um ikki at loyva fartelefon í Fólkaskúlanum.
Uppskotið er soljóðandi:
»Løgtingið heitir á landsstýrið um at fyrireika og leggja fyri Løgtingið lógaruppskot, sum í mest møguligan mun ikki loyvir næmingum fólkaskúlans at hava fartelefon við í skúla«.
Í viðmerking til uppskotið vísir Bárður á Lakjuni á almennu skíggjaráðini, sum Fólkaheilsuráðið almannakunngjørdi í 2021 “Almennu Skíggjaráðini – góð fyri heilsu, trivnað og menning” sum siga, at verða mørk ikki sett fyri nýtsluni, kann hon hava neilig árin á svøvn, sálarliga - og kropsliga heilsu, málsligar førleikar, atferð, yrkisføri, vekt, hugsavnan og harvið trivnað og menning, og at ótálmað skíggjanýtsla hevur negativa ávirkan á m.a. uppmerksemi, málmenning, sosialar førleikar, sjón, motorik, atferð og sálarheilsu. Serliga er tað fartelefonin og sosialu miðlarnir, ið fylla nógv hjá flest øllum, men allarmest hjá ungdómi og børnum.
Tað er á sosialu miðlunum, at mesta skíggjatíðin verður nýtt, sigur Bárður á Lakjuni.
Talan er ikki um eitt lógaruppskot, men um eitt uppskot til samtyktar. Verður uppskotið samtykt, so er tað harvið ein áheitan á landsstýrið um at gera soleiðis, sum Løgtingið ynskir. Men sjálvt um tað verður samtykt, so er tað ikki altíð, at uppskot til samtyktar verða framd í verki.