Toyota hevur selt flestar bilar

Toyota er framvegis mest seldi bilur í Føroyum

Tað vísa hagtølini hjá Akstovuni, sum hevur gjørt upp søluna árins fyrstu níggju mánaðir.

Mest seldi bilur í Føroyum í ár er Toyota, sum hevur selt 225 nýggjar bilar. Næstur Toyota kemur Hyundai við 165 og Volkswagen við 159.

Í september í ár er Toyota eisini mest seldi bilur. 15 nýggir Toyotabilar eru skrásettir í september. Næstur er Ford við 13 bilum og Mercedes-Bens og Volvo á deildum triðjaplássi við 9 bilum í part.

Sølan av persónbilum er minkað nógv, 50 prosent, í september í ár í mun til september í fjør. Í ár eru 51 bilar seldir í september, meðan talið fyri september í fjør var 102 bilar.

Her er topp-10 listin við mest seldu bilum higartil í ár:

TOYOTA 225

HYUNDAI 165

VOLKSWAGEN 159

RENAULT 145

FORD 142

SUZUKI 92

NISSAN 90

MERCEDES-BENZ 84

VOLVO 83

KIA 64

 

Her er top-10 listin við mest seldu bilum í sepetember í ár:

TOYOTA 15

FORD 13

MERCEDES-BENZ 9

VOLVO 9

VOLKSWAGEN 7

BRENDERUP 5

SUZUKI 4

MG 3

ODES 3

SKODA 3