Treytaðar frádømingar fyri ov nógv ferð

Løgreglan kannaði í gjár ferðsluna í Havn og í Klaksvík

 

Tá løgreglan kann ferðina á bilinum á Velbastaðvegnum út ímóti Norðastahorni í Havn, vórðu trý mál skrivað. Ein varð máldur at koyra 89 km um tíman. Ein varð máldur at koyra 88 og ein at koyra 103 km um tíman. Tann, sum koyrdi 103 km um tíman fær treytaða frádøming av koyrikortinum.

Løgreglan gjørdi eisini ferðkanningar í Klaksvík, tað var á Stangarvegnum, har ferðin er niðursett til 40 km um tíman. Har varð ein máldur at koyra 60 km um tíman, sum gevur treytaða frádøming av koyrikortinum.

Fleiri innbroti hava verið seinastu dagarnar, sum ikki eru uppklárað enn. Vaktleiðarin á politstøðini sigur, at tey arbeiði við teimum málunum – og hava onkrar ábendingar.