Tróndur Mikkelsen og liðfelagarnir í Kristiansand høvdu í dag torføran dyst á útivølli móti Bergen í bestu norsku hondbóltsdeildini.
Bergen er fjórðfremst í deildini, og teir vóru eisini greiðir favorittar hjá veddingarfyritøkunum at vinna dystin á Kristiansand.
Men Tróndur og liðfelagarnir vunnu ein týdningarmiklan 28-26 sigur á Bergen. Í steðginum var Kristiansand frammanfyri við fýra málum, 13-9.
Tróndur skoraði bara eitt mál, men hann legði upp til heili 11 mál (assist).
Kristiansand er undan seinasta umfarinum í grundspælinum nummar níggju av teimum 14 liðunum í deildini við 17 stigum. Follo og Sandnes hava eisini 17 stig, og Fjellhammer á triðaftasta plássinum hevur 16 stig. Liðini sum enda trið- og næstaftast spæla Play Off dystir móti einum liði úr næstbestu deildini um rættin at spæla í bestu deildini komandi kappingarár.
Komandi sunnudag klokkan 14 spælir Kristiansand seinasta dystin í grundspælinum. Dysturin verður á heimavølli móti Arendal. Vinnur Kristiansand sleppa teir undan Play Off dystum. Tapa teir mugu teir líta á, at onnur úrslit fella teirra veg.
##med2##
Kelda: Soccerstand