Amerikanski forsetin, Donald Trump, endurtekur ynski sítt um, at Grønland skal gerast partur av USA.
- Eg haldi, at Grønland verður nakað, sum kann vera í okkara framtíð, segði hann í dag, sambært Reuters.
Fráboðanin kemur sama dag, sum Hvítu Húsini boðaðu frá, at amerikanski tjóðartrygdarráðgevin, Mike Waltz, og Chris Wright, orkumálaráðharri, fara at luttaka á vitjanini hjá varaforsetafrúuni, Usha Vance, í Grønlandi.
Í gjár boðaði skrivstovan hjá varaforsetafrúuni frá, at Usha Vance saman við soninum og amerikanskari sendinevnd vitjar í Grønlandi frá hósdegnum til leygardagin í hesi vikuni.
Sambært Hvítu Húsunum er ætlanin á ferðini at vitja søgulig støð, kunna seg um grønlendskan mentanararv og síggja grønlendska kapprenning við hundasletum.
Eingin fundur verður millum amerikansku gestirnar og grønlendsku stjórnina, landsstýrið, undir vitjanini.
Tað skrivar virkandi landsstýrisformaðurin í Grønlandi, Múte B. Egede, í einum uppslagi á Facebook.
Uttanríkisráðharrin í Danmark, Lars Løkke Rasmussen, fanst at amerikansku vitjanini í dag, sum hann kallaði "vandamikla" og vera "vantandi virðing" fyri DR.
- Hetta eru ikki tilvildarlig ferðafólk. Og tú følir aftanfyri, at tað er eitt signal. Tað er eitt sjarmuálop at draga Grønland yvir til USA, sigur hann við miðilin og leggur afturat:
- Tað hóvar ikki grønlendingum ella í Kongaríkinum, og tí er tað ikki góð timing.
Trump hevur fleiri ferðir víst á ynski um at keypa Grønland - fyrstu ferð í sínum fyrsta forsetaskeiði.
So seint sum hósdagin í síðstu viku varð Trump spurdur um sína hugsan um eina "møguliga hertøku" av Grønlandi.
- Eg haldi, at tað fer at henda, svaraði Trump, sambært fjølmiðlunum, á einum fundi í Hvítu Húsunum við aðalskrivaran í NATO, Mark Rutte.
/Ritzau/