CNN veit at siga, at amerikanski fíggjarmálaráðharrin, Scott Bessent, hitti ukrainska forsetan, Volodymyr Zelenskiy, í Kyiv. So, tað er ikki rætt, at forsetin svav undir allari vitjanini

Trump: - Scott Bessent ófólkaliga viðfarin í Ukraina

- Scott Bessent fór í toki til Kyiv. Hann koyrdi í fleiri tímar, og hetta var ein "vandamikil" túrur, sigur amerikanski forsetin

 

CNN veit at siga, at amerikanski fíggjarmálaráðharrin, Scott Bessent, hitti ukrainska forsetan, Volodymyr Zelenskiy, í Kyiv. So, tað er ikki rætt, at forsetin svav undir allari vitjanini

Amerikanski forsetin, Donald Trump, heldur fram við sínum ógrundaða orðaskvaldri móti Ukraina, og nú sigur hann, at fíggjarmálaráðharri hansara, Scott Bessent, varð ófólkaliga viðfarin, tá hann herfyri vitjaði í Ukraina.

 

- Scott Bessent varð viðfarin "rættiliga ófólkaliga" á vitjanini í Kyiv, segði Donald Trump, tá hann í nátt var umborð í Air Force One-flogfarinum á veg úr Florida til Washington eftir eina ráðstevnu.

 

Hann segði, at fíggjarmálaráðharri hansara fór til Kyiv, men fekk eina rættiliga ófólkaliga viðferð.

 

Donald Trump segði, at Volodymyr Zelenskiy lá og svav, og tað var ómøguligt at hitta hann.

 

CNN veit at siga, at amerikanski fíggjarmálaráðharrin, Scott Bessent, hitti ukrainska forsetan í Kyiv, soleiðis sum myndin omanfyri eisini vísir.

 

Sambært Donald Trump í nátt fór fíggjarmálaráðharrin til Kyiv í toki, og her koyrdi hann í fleiri tímar, og forsetin leggur aftrat, at hetta var ein "vandamikil" túrur. 

 

Forsetin legði aftrat, at endamálið við ferðini hjá Scott Bessent í Ukraina var at skriva undir eina avtalu við Ukraina um sjáldsaman jarðmálm, sum USA vil hava afturfyri vápnahjálpina.

 

 

 

 

 

CNN veit at siga, at amerikanski fíggjarmálaráðharrin, Scott Bessent, hitti ukrainska forsetan, Volodymyr Zelenskiy, í Kyiv. So, tað er ikki rætt, at forsetin svav undir allari vitjanini