Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, segði á tíðindafundi í Kyiv í dag, at hann vil hava ein enda á krígnum við Russland í hesum árinum.
Tað er tíðindastovan AFP, sum endurgevur.
Um nakrar fáar dagar eru trý ár liðin, síðan Russland leyp á Ukraina, og hesi árini hevur tað eydast russum at taka 20 prosent av ukrainskum landaøki.
Ukrainski forsetin heldur, at trygdargaranti frá vestligum sameindum londum hevði gjørt tað møguligt at fingið ein enda á krígnum.
Volodymyr Zelenskyj hevur annars funnist at Donald Trump, forseta í USA, fyri at føra fram skeivar upplýsingar - ella spjaða "russiska disinformatión", sum hann rópar tað.
Hetta sigur ukrainski forsetin í samband við, at amerikanski forsetin eftirlýsir einum forsetavali í Ukraina, sum eisini Russland hevur borið upp á mál.
- Donald Trump livir í einari boblu av skeivum upplýsingum og nógvir av upplýsingunum, sum hann kemur við, koma úr Russlandi, sigur Volodymyr Zelenskyj.
Sambært einari kanning, sum altjóða miðstøðin fyri sosiologi í Kyiv gjørdi í desember í fjør, stuðla 52 prosent av veljarunum sitandi forseta í Ukraina.
Í dag kom Keith Kellogg, sum er útsendingur hjá Donald Trump í Ukraina, til Kyiv, og tá helt Volodymyr Zelenskyj fyri, at Keith Kellogg kundi spurt ukrainar, hvat teir halda um Trump.
Ukrainski forsetin sigur, at hann eisini er til reiðar at fara við Keith Kellogg til hermótið, soleiðis at hann sjálvur sleppur at síggja, hvat gongur fyri seg her.
Volodymyr Zelenskyj hevur eisini funnist at Donald Trump, tá hesin hevur sagt, at USA vil hava fyri 500 milliardir í dollarum í mineralum úr Ukraina.
- Mín uppgáva er at verja Ukraina, og eg kann ikki selja okkara land, sigur ukrainski forsetin.
Formaðurin í ukrainski tjóðartinginum, Ruslan Stefantsjuk, vísir í samrøðu við BBC aftur, at forsetaval skal fyriskipast í Ukraina, soleiðis sum Russland ynskir.
- Tað, sum Ukraina tørvar, er ikki atkvøðuseðlar, men kúlur. At enduruppfinna eitt demokrati í kríggi, er pallsett spæl, og her er bara ein vinnari, nevniliga Kreml.
Ruslan Stefantsjuk, sum er floksfelagi hjá forsetanum, sigur, at Volodymyr Zelenskyj hevur hansara fulla stuðul.
Útlendsku tíðindastovurnar vita eisini at siga, at ukrainsk lóg loyvir ikki, at val verður hildið í Ukraina, meðan landið er í kríggi.