Fyrrverandi amerikanski forsetin, Donald Trump, sigur, at hann hevur játtað eitt at vera við til sjónvarpskjak við forsetavalevnið hjá demokratunum, Kamala Harris.
Tað verður á Fox News 4. september, á NBC 10. september og á ABC 25. september, sigur hann sambært Reuters.
Men valstríðsfólk hansara greiddu síðani frá, at kjakið 10. september er á ABC og á NBC 25. september.
Trump sigur, at hann bíðar eftir at hoyra aftur frá valstríðsfólkunum hjá Harris um, hvørt hon er til reiðar.
- Eg vóni, at hon tekur undir við tí, sigur hann á tíðindafundi á ogn síni Mar-a-Largo í Florida.
ABC skrivar á miðlinum X, at bæði Trump og Harris "hava váttað sína luttøku" á sjónvarpsrásini.
Tað er fyrstu ferð, at Trump kemur fram alment, síðani Harris týsdagin útnevndi Tim Walz, guvernøra í Minnesota, sum sín varaforsetavalevni.
Trump byrjaði tíðindafundin við einum orðafloymi móti teimum báðum, sum hann nevndi "radikal vinstrahall".
Í eyðkenda springandi stíli sínum megnaði hann at siga, at vit nærkast triðja heimsbardaga, at hann sum forseti fær góð viðurskifti við Kina, men ikki um Kina roynir at gera sær dælt av USA.
Viðvíkjandi fosturtøku, sum helst verður eitt av stóru málunum á forsetavalinum 5. november, sigur hann, at tað verður eitt av teimum smáu málunum.
Trump gevur mótstøðufólk skyldina fyri, at almenni rætturin til fría fosturtøku er avtikin av amerikanska hægstarætti. Sum forseti setti hann tríggjar sera konservativar dómarar, sum gjørdu av, at meira enn 50 ár við fríum fosturtøkurættindum í øllum USA vórðu avtikin.
Nú er rætturin til fosturtøku úti í amerikansku statunum, og fleiri konservativir statir eru í ferð við at avmarka rættin til fosturtøku.
Spurdur um talan verður um friðaliga valdsflyting eftir forsetavalið svarar Trump:
- Sjálvandi verður tað ein friðarlig handan, og tað var tað eisini seinastu ferð, sigur hann á tíðindafundinum.
Tann 6. januar 2021 stormaðu fleiri túsundtals av stuðlum hansara á kongressina í Washington, tá lóggevararnir skuldu vátta sigurin hjá demokratinum Joe Biden á forsetavalinum.
/ritzau/