Amerikanski forsetin, Donald Trump, hevur steðgað stuðlinum til statsfíggjaða miðilin Voice of America, skrivar Reuters.
Sambært stjóranum í Voice of America, Michael Abramowitz, eru 1.300 journalistar, framleiðarar og hjálparfólk - nærum øll starvsfólkini hjá miðlunum - send í farloyvi sum avleiðing av avgerðini hjá Trump.
Sambært tíðindastovuni dpa er avgerðin partur av niðurskurðinum, sum Trump hevur tikið stig til í amerikanska stovninum fyri alheims miðlar (USAGM).
Eisini fjølmiðlarnir Radio Free Europe og Radio Free Asia eru á veg at lata aftur sum avleiðing av avgerðini, skrivar DPA.
Teir báðir miðlarnir senda tíðindi bæði í Ukraina og Russlandi, og í Kina og Norðurkorea.
/Ritzau/
##med2##