Trump stuðlar hermonnum úr Evropa í Ukraina

Trump vil gjarna síggja friðarvarðveitandi deildir sendar til Ukraina úr Evropa sum liður í eini friðaravtalu.

Donald Trump noktar framvegis at senda friðarvarðveitandi amerikanskar herdeildir til Ukraina. Hann tekur tó fult undir við at senda evropeiskar hermenn til landið. - Mynd: Uncredited/Ritzau Scanpix

Amerikanski forsetin, Donald Trump, stuðlar hugskotinum um at senda evropeiskar friðarvarðveitandi herdeildir til Ukraina, um ein avtala kann gerast við Russland um at enda kríggið í Ukraina.

 

Tað segði forsetin í kvøld á tíðindafundi heima hjá sær, Mar-a-Lago, sambært tíðindastovuni AFP.

 

- Um tey (evropisku londini, red.) vilja gera tað, so er tað fantastiskt. Tað eri eg totalt við uppá, sigur hann.

 

Hann leggur afturat, at hann heldur ikki, at tað er neyðugt at senda amerikanskar herdeildir til Ukraina "tí vit eru sera langt burturi". USA hevur áður noktað at senda hermenn til landið.

 

Millum talsmenninar í Evropa er Bretland. Her hevur Keir Starmer, forsætisráðharri, víst á, at hann er til reiðar at senda friðarvarðveitandi deildir.

 

Frakland hevur áður tosað jaligt um møguleikan, og nýggjasti limur í NATO, Svøríki, hevur nýliga sagt seg vera opið fyri hesum.

 

Hinvegin hava lond sum Danmark og Týskland sagt, at tað er ov tíðliga at tosa um friðarvarðveitandi herdeildir.

 

Hermenninir skulu hjálpa Ukraina at varðveita friðin í landinum, eftir at ein møgulig friðaravtala við Russland er undirskrivað.

 

Russiski uttanríkisráðharrin, Sergej Lavrov, segði í dag, at tað er púra óhóskandi, um hermenn úr NATO-londunum verða sendir til Ukraina.

 

Orðini fullu eftir fund millum russiska og amerikanska sendinevnd í Saudi Arabia. Her umrøddu londini bæði, hvussu tey kunnu enda kríggið í Ukraina.

 

Á tíðindafundinum í Mar-a-Lago í kvøld segði Trump eisini, at hann kennir seg ”nógv tryggari” við, at ein friðaravtala verður gjørd, eftir at samráðingarnar eru byrjaðar í Saudi Arabia.

 

- Tær (samráðingarnar, red.) vóru sera góðar. Russland vil gera okkurt, sigur hann sambært AFP.

 

Forsetin í Ukraina, Volodymyr Zelensky, hevur funnist at, at Ukraina ikki er boðið við til samráðingarnar í saudiarabiska høvuðsstaðnum, Riyadh.

 

- Eg eri sera vónbrotin, og eg hoyri, at tey eru ónøgd við ikki at fáa sess, sigur Trump.

 

- Tit hava verið har í trý ár. Tit skuldu ongantíð havt byrjað tað. - Tit kundu gjørt eina avtalu sjálvi, sigur Trump um útsagnir frá Zelensky.

 

/Ritzau/

 

Donald Trump noktar framvegis at senda friðarvarðveitandi amerikanskar herdeildir til Ukraina. Hann tekur tó fult undir við at senda evropeiskar hermenn til landið. - Mynd: Uncredited/Ritzau Scanpix