Trump trýr uppá amerikanska hertøku av Grønlandi

Trump, sum fleiri ferðir hevur sagt, at USA fer at keypa Grønland, væntar, at Grønland verður amerikanskt.

Trump tosar í Hvítu Húsunum á fundi við aðalskrivaran í NATO, Mark Rutte. - Mynd: Evelyn Hockstein

Sambært tíðindastovuni Reuters í dag segði amerikanski forsetin, Donald Trump, at hann heldur, at talan verður um eina annektering av Grønlandi.

Forsetin brúkar ikki sjálvur orðið annektering, sum merkir at innlima eitt landaøki í egið ríki, men verður spurdur um hugsan hansara um eina "møguliga annektering".

- Eg haldi, at tað fer at henda, sigur Trump sambært Reuters.

Yvirlýsingarnar koma á fundi í Hvítu Húsunum við aðalskrivaran í NATO, Mark Rutte.

Í tráð við undanfarnu útsagnir sigur Trump, at "vit hava brúk fyri tí fyri altjóða trygdina".

Hann vísir víðari til virksemið fram við strondini har hann áður hevur víst á stúran fyri kinesiskum og russiskum skipum, og sigur, at USA skal gera avtalu um Grønland.

Útsøgnirnar hjá forsetanum eru tær fyrstu um Grønland, eftir at val var til grønlendska landstingið fyrr í vikuni.

Her gjørdist flokkurin Demokraatit størstur. Flokkurin hevur - eins og núverandi stjórnin í Grønlandi og tann danska - greitt vrakað keypstilboðið.

- Latið okkum gera tað heilt greitt: Grønland er ikki til sølu. Ikki í dag. Ikki í morgin. Ongantíð nakrantíð, skrivar flokkurin í valskránni.

Hóast tað, so kallar Trump á tíðindafundinum grønlendska valið fyri "eitt ordiliga gott val fyri okkum."

- Tann, sum gjørdi tað besta, er ein øgiliga góður persónur, sigur Trump og vísir helst til formannin í Demokraatit, Jens-Frederik Nielsen, sum gjørdist atkvøðuslúkur á valinum.

Trump setur enn einaferð iva um støðuna hjá Grønlandi sum partur av Danmark. Hon varð fyrstu ferð viðurkend av amerikanarum í 1916 í sambandi við søluna av Danska Vesturindia til USA.

- Danmark er sera langt burturi og hevur ikki ordiliga nakað at gera. Hvat fór fram? Ein bátur lendi har fyri 200 árum síðani ella okkurt. Tey siga seg hava rætt til tað, og eg veit ikki, um tað er rætt. - Eg haldi faktiskt ikki, at tað er so, sigur Trump.

- Men vit hava verið í sambandi við Danmark, og vit hava verið í sambandi við Grønland, og tað noyðast vit at gera, tí vit hava veruliga brúk fyri tí av tjóðartrygdarávum, og tí haldi eg, at NATO kann vera við á onkran hátt.

- Vit hava longu nakrar fáar støðir í Grønlandi, og vit hava lutfalsliga nógvar hermenn har. Og kanska síggja vit fleiri og fleiri hermenn fara hagar. - Eg veit ikki, sigur Trump.

Hann sigur eisini, at USA er í ferð við at keypa 48 ísbrótarar fyri at styrkja um trygdina.

Trump hevur fleiri ferðir aður sagt, at USA vil fegin keypa Grønland.

Tá hann varð beinleiðis spurdur, segði hann á tíðindafundi í januar, at hann ikki fór at avvísa hernaðarligan ella búskaparligan tvingsil í sambandi við Panamaveitina eins væl og Grønland.

 

/Ritzau/

 

Trump tosar í Hvítu Húsunum á fundi við aðalskrivaran í NATO, Mark Rutte. - Mynd: Evelyn Hockstein