Trý ár aftaná hjartasteðgin skoraði Eriksen fyri Danmark

Í fyrsta EM-dystinum í 2021 stóð um lív hjá Christian Eriksen - ígjár skoraði hann fyri Danmark í fyrsta EM-dystinum

Christian Eriksen, ið byrjaði dystin fyri Danmark í fyrsta EM-dystinum móti Slovenia í bólki C í Stuttgart byrjaði eisini fyri Danmark í tí fyrsta EM-dystinum í Parkini í Keypmannahavn fyri trimum árum síðani, 12. juni í 2021.

 

Tá small Christian Eriksen um við hjartasteðgi, og tað stóð um lív hjá honum. 1.100 dagar seinni skoraði hann danska málið í 1-1 javnleikinum móti Serbia.

 

259 dagar aftaná hjartasteðgin í Parkini, ein hending sum øll minnast gjørdi Christian Eriksen comeback í einum fótbóltsdysti fyri Brentford í Premier League.

 

Christian Eriksen var eisini fegin um at skjóta mál fyri Danmark ígjár: - Tað var ein herlig løta. Tað var fantastiskt við so mongum donskum fjepparum. Tað var synd, at vit ikki kundui geva teimum meira. Segði Christian Eriksen við danska Tipsblaðið. 

 

Anders Christiansen var sera fegin vegna liðfelaga sín: - Tað er heilt ótrúligt og tað er nakað heilt serstakt fyri hann. Hann kemur aftur trý ár seinni og skorar fyrsta málið hjá Danmark í EM-endaspælinum. Segði ein fegin Anders Christiansen í samrøðu við svensku sjónvarpsrásina, TV4.