ES-nevndarforkvinnan, Ursuala von der Leyen, er í dag í franska høvuðsstaðnum, París.
Hetta er í samband við ymisku útsagnirnar hjá USA á trygdarráðstevnuni, sum júst hevur verið í München.
Tað er serliga í samband við kríggið í Ukraina, at fleiri evropeiskir leiðarar nú eru savnaðir í París.
- Trygdin i Evropa er á einum vegamóti. Jú, hetta snýr seg um Ukraina, men hetta snýr seg eisini um okkum, skrivar Ursual von der Leyen á X, fyrrverandi Twitter.
ES-nevndarforkvinnan leggur aftat, at tað hevur skund at skifta hugsunarhátt, og at Evropa hevur tørv á øktari verju.
- Okkum tørva bæði, sigur hon sambært norska kringvarpinum - NRK - í dag.