Námsfrøðihjálparanæmingarnir á Heilsuskúla Føroya hava arbeitt við at gera leik, og hava sýnt leikin fyri skúlum og øðrum í Salt á Drelnesi.
Men mánadagin verður almenn sýning, so almennigurin eisini fær høvi at síggja leikin.
Tey hava sjálvi skrivað handritið, skapað pallmyndir, seymað búnar, fyriskipað og samskipað.
Tey hava lært at vera partur av einum bindandi samstarvi og at seta hugskot í verk við einum ávísum málbólki í huga.
Tey hava valt at bjóða teimum eldru næmingunum úr framhaldsdeildum, Miðnámskúlum og yrkisútbúgvingum úr øllum Føroyum.
Uppá stutta tíð hava tey gjørt ein leik, ið hevur sum boðskap, at vit eiga at vera rúmlig, tí øll eru vit ymisk. Rúm eigur at vera fyri ymiskleika, tí eingin er líka, og tað er okey!
##med2##
Les eisini: