Tummas Napoleon Arge verjir ph.d. á DTU

Granskingarráðið: Týsdagin 26. november kl. 14 fer Tummas Napoleon Arge at verja ph.d.-ritgerð sína á DTU Physics.

Ritgerðin kallast: “Squeezed light generation on thin film lithium niobate”.

 

Klemt ljós er eitt tað týdningarmesta tilfeingi innan kvantu ljósfrøði og kann nýtast til kvantu teldur, kvantu samskifti og til at gera neyv mátingartól. Hesar skipanir verða ofta bygdar við linsum, speglum og øðrum stórum hjálpartólum. Fyri at kunna byggja enn størri skipanir kann mann integrera ljósfrøðiligu skipanina á ein telduchip. Í granskingini vóru keldur til klemt ljós gjørdar á lithium niobat chips. Hesar keldur vóru bæði meira einfaldar, enn tað, sum hevur verið gjørt higartil, samstundis sum at ljósið var væl meira klemt. 

 

Tobias Gehring, lektari á DTU Physics, hevur verið høvuðsvegleiðari í ph.d.-arbeiðnum. 

Ulrik L. Andersen, professari og Jonas S. Neergaard-Nielsen, lektari, báðir á DTU Physics, hava verið hjávegleiðarar.

 

Í metingarnevndini eru

Mikkel Heuck, seniorgranskari á DTU Electro

Alberto Politi, Associate Professor á University of Southampton

Harald Herrmann, Lecturer á Paderborn University

 

Alexander Huck, lektari á DTU Physics, leiðir verjuna.

 

Á heimasíðuni hjá Granskingarráðnum ber til at lesa ein samandrátt - trýst HER.