- Fólkafráflyting og ”Exit-Føroyar” er aftur farið at mynda tíðindaflutningin á miðlunum kring landið. Fleiri velja Føroyar frá, tí tað eitt nú er torført finna bústað, og tað er ov torført at fáa tingini at hanga saman fíggjarliga.
Soleiðis siga tey í Tvøroyrar kommunu í dag.
Lagt verður aftrat, at í meldrinum av heldur neiligum tíðindum, er eisini gott at kunna siga frá onkrum jaligum, og á Tvøroyri siga tey seg hava fleiri góðar søgur at fortelja.
- Ein slík var fyrradagin, tá vit fingu vitjan av Femju og Tórði. Femja Mortensen, sum er úr Trongisvági, flutti einsamøll til Danmarkar í 2017 at nema sær útbúgving sum radiografur. Í Danmark rann saman millum hana og Tórð Hentze, sum er úr Havn og sum eisini var undir útbúgving sum radiografur.
Á Tvøroyri vísa tey á, at nú stívliga sjey ár eftir, at Femja flutti til Danmarkar, flytir ein ung familja við tveimum børnum heim aftur til Føroyar og Tvøroyri. Við sær hava Femja og Tórður trý ára gamla Milas og eitt ára gamla, Mateo.
- Og omaná tað heila - ja, so vænta tey sær barn nummar 3. Femja og Tórður hava bæði fingið starv á Suðuroyar Sjúkrahúsi, og tey eru flutt inn í hús í Trongisvági - eitt hanagleiv frá barnaansingarstovni, skúla og ítróttarhentleikum.
Á heimasíðuni hjá Tvøroyrar kommunu - www.tvoroyri.fo - er samrøða við tey bæði, sum nú eru flutt heimaftur og hava valt at búseta seg í Trongisvági.