Tíðargrein í Sosialinum 14. februar:
Valið varð útloyst av, at liberali FDP í november tók seg úr samgonguni við sosialdemokratiska SPD og og grøna flokkin Grüne.
Hetta hevur tó ikki hjálpt FDP, tí í flestu veljarakanningum síðani hetta er FDP ikki sloppin upp um valgáttina. Í staðin er tað CDU, ið stendur til at fáa eitt sera gott val, m.a. vegna eina høgrasnaring og fríggjarí við høgrapopulistiska AfD eftir ótespiligt knívdráp í barnagarði í Aschaffenburg og bilákoyring á jólamarknað í Magdeburg - umframt fleiri onnur álop framd av tilflytarum. “Genug ist Genug!” ljóða slagorðini. Henda høgrasnaring hevur tó ført við sær, at bayernski systurflokkurin CSU, ið vanliga altíð er í greipu saman við CDU, hevur luftað tankan um at samstarva við SPD eftir komandi val.
Tað er sera áhugavert í hvønn mun CDU-leiðarin Friedrich Merz ætlar at byggja eina nýggja samgongu á stuðul frá AfD, ella um talan heldur verður um eina samgongu við SPD og/ella Grüne. Alt hetta veldst eisini um parlamentariska býtið eftir valið. Í veljarakanningum standa CDU/CSU til at fáa uml. 30% av atkvøðunum og AfD uml. 20% av atkvøðunum. Hetta er í sjálvum sær nóg mikið til eina høgravenda meirilutasamgongu. SPD stendur til at fáa uml. 15% av atkvøðunum, eins og Grüne. Ein stórsamgonga millum “demokratisku” flokkarnar er sostatt ein møguleiki, tó at Scholz tá við ringum tannabiti noyðist at geva kanslaraembætið frá sær og krúna Merz til kanslara. Hetta kann vísa seg at gerast einasti møguleiki at halda “demokratiskt ivasama” AfD frá valdinum.
##med2##
Váði fyri stórum atkvøðuspilli
Og tó. Har eru tríggir aðrir flokkar, ið liggja á markinum at sleppa inn í Ríkisdagin. Gáttin í Týsklandi er á heili 5%, so um allir hesir tríggir flokkar fella, detta 15% av atkvøðunum burtur. Harumframt detta 5% av atkvøðunum til “onnur” við fullari vissu burtur. Sostatt koma 20% av atkvøðunum potentielt at standa uttan umboðan, og spillið fellur teimum størstu flokkunum til lut. Tvs. at í veruleikanum kann CDU fáa nærri 35-40% av tinglimunum og bæði SPD og Grüne nærri 20% av tinglimunum. Sostatt er ikki ósannlíkt, at CDU kann gera samgongu við antin SPD ella Grüne - um tað politiskt ber á mál, væl at merkja.
Liberali FDP liggur sum nevnt illa fyri í veljarakaningunum og stendur til at snáva. Sosialistiski Linke liggur eisini á markinum, men stendur til at klára tað. Vinstrapopulistiski BSW sá leingi út til at sleppa á ting, men stendur í skrivandi stund til at snáva. Leiðarin hjá BSW er Sahra Wagenknecht, ið er útbrótari úr Linke, og hennara uppstilling kann tí føra við sær, at næstan 10% av vinstrahallastu atkvøðunum fara til spillis, um bæði BSW og Linke snáva. Alt hetta byggir sjálvandi á veljarakanningar, og nógv kann broytast fram til valið. Linke hevur tó havt viðrák í seinastuni.
Umframt alt hetta vísa kanningar, at millum 20% og 25% av týskum veljarum ivast í, hvar teir skulu seta krossin. Vit mugu staðfesta, at einki er liðugt, fyrr enn alt er liðugt.
Týskland snarar til høgru
Undir øllum umstøðum snarar Týskland greitt til høgru - m.a við hjálp frá amerikanska tech-billióninginum Elon Musk, ið hevur rikið fyri AfD. Verandi mið-vinstra-samgonga hevur klárað seg sera illa, og spurningurin er tí um Týskland fær eina høgra-samgongu ella eina mið-samgongu - sonevnda “Große Koalition”, eins og vit sóu undir Merkel. Trupulleikin er bert, at kemiin millum Merz og Scholz er ússalig. Í kjaki fyrr í vikuni ákærdi Merz Scholz fyri “Realitätsferne”, t.vs. fyri at vera veruleikafjarur bæði viðvíkjandi tilflyting og vinnupolitikki.
Men í síðsta enda er størsta temaið í Týsklandi framgongdin hjá høgrapopulistiska AfD, ið verður ákærdur fyri at hava anti-demokratiskar ætlanir. Hóast AfD-veljarar sjálvandi vilja siga, at populisman júst ynskir at geva fólkinum meiri ávirkan, eru nógv óttafull um, at populisman í grundini er anti-demokratisk. Man kann siga, at AfD er hugsjónarliga í familju við amerikanska forsetan Trump, ið sigur seg vilja hjálpa vanliga fólkinum, men í verki vil tæna teimum ríkastu vinnulívsfólkunum.
Soleiðis er populisman ofta eitt skálkaskjól, ið sigur seg vilja hjálpa teimum veikastu, men í veruleikanum vil tað øvuta. Populisman vil ofta brúka “syndabukkar”, t.d. “ólógligar tilflytarar”, “djúpa statin”, “liberalu elituna”, “die Lügenpresse” o. s. fr. sum ein hátt at vinna veljarar, men vil í grundini bara seta seg á statin, miðlarnar o.s.fr. Sum vera man avsannar AfD alt hetta og sigur seg júst vera garant fyri fólkaræðinum, ið sambært teimum er undirgrivið og siðspilt av ráðandi “elituflokkunum”.
##med3##
Populistiska spøkilsið herjar kring Europa
Populistiska rákið ger seg ikki bert galdandi í Týsklandi, men kring tað mesta av Europa, ja tað mesta av Vesturheiminum. Man kundi umskrivað inngangsorðini hjá Marx/Engels í Kommunistiska Manifestinum: “Ein Gespenst geht um in Europa – das Gespenst des Populismus.” Eitt spøkilsi herjar kring Europa - populismunnar spøkilsi. Man kann siga, at populisman hevur nakað sama leiklut sum kommunisman á sinni - ein vantrúgv á liberala fólkaræðið og ein trúgv á eitt autoritert stýri, ið kann gera tjóðina stóra aftur.
Kveiktir av amerikanska MAGA hava europeiskir populistar gjørt eina rørslu, ið nevnist MEGA: "Make Europe Great Again". Tey hava eisini keppar, tó bláar heldur enn reyðar, og heldur enn populistar ella nationalistar kalla tey seg nú patriotar - eins og í USA.
Tað er kanska bert ein spurningur um tíð, áðrenn verjugarðarnir ímóti populismuni av álvara brotna og populistarnir sleppa í samgongu í stórum europeiskum londum sum Týsklandi og Frankaríki. Longu nú situr Meloni við ræðið í Italia, so tað er als ikki ósannlíkt, at Europa - og ES - kann verða stýrt av populistum í framtíðini.
Og orsøkin er sjálvandi, at sitandi flokkar hava svikið fólkið so dyggiliga - og sova framhaldandi í tímanum. Trupulleikin er bara - og tað kann ikki sigast nóg týðiliga - at nógvir populistiskir flokkar eru minst líka svikafullir. Teir vilja brúka fólksins stúran at vinna valdið - fyri síðani at venda teimum bakið. (Tað finnast tó eisini populistar, ið veruliga vilja fólkinum tað væl, treyðugt so.)
Torir CDU í samgongu við AfD?
Týskir veljarar eru sum vera man ivasamir. Skulu teir tora at velja protestflokkin AfD, tí kann úrslitið tá verða, at AfD veruliga fær vald saman við CDU? Nógvir AfD-veljarar vilja í grundini ikki AfD, men vilja gjarna kløkka aðrar flokkar til at snara til høgru: “kós fram um nánd” (retning over nærhed), sum ástøðið sigur.
Sigast má, at Merz longu er vorðin kløkkaður til høgru, men spurningurin er so, um hann eisini verður freistaður til høgrasamgongu við AfD - við møguleikanum at enda í søgubókunum sum “ein nýggjur Hindenburg”?
Í grundini kann Merz verða trýstur til tað, tí Merz og Grüne eru sum olja og vatn, og seinastu dagarnar hevur Merz verið sera bondskur ímóti Scholz kanslara úr SPD. Heilt avgerandi verður, um FDP sleppur á ting, soleiðis at ein klassisk borgarlig samgonga (møguliga) kann gerast veruleiki.
Í gøtunum eru í løtuni kravgongur kring alt Týskland við slagorðum sum "Wir sind die Brandmauer", “Fritze Merz fischt frische Faschos”, “Merzähl uns keine Lügen” og “CDU - shame on you!”. Sum vera man verður Hitler-kortið spælt dúgliga við ávísing til at Hitler jú ikki framdi statskvett, men varð borin til valdið av konservativum politikarum. Týskarar hava sum vera man sera stóran Nazi-ótta, tó at Elon Musk hevur heitt á týskarar um at gloyma sína fortíð og hyggja frameftir.
Sambært kanning halda bert 28% av veljarunum, at ein samgonga við AfD kann góðtakast, meðan 66% ikki halda tað. Einans 19% av CDU-veljarum halda, at at ein slík samgonga kann góðtakast, meðan nærum eingir SPD- og Grüne-veljarar kunnu góðtaka hetta. (So løgið tað ljóðar kunnu 11% av Linke-veljarum góðtaka samgongu við AfD; ivaleyst “hestaskógv-ástøðið”, har anti-demokratiskir kommunistar og fascistar finna saman.) Hinvegin vísir tað seg, at bæði CDU og AfD hava havt framgongd síðani flokkarnir fóru at samstarva í farna mánaði. Tølini í hesum broti eru frá Deadline við Clement Kjersgaard 7. februar. Men enn einaferð: nógv kann henda komandi vikuna.
##med4##
Hvat ætlar CDU veruliga?
Merz hevur lovað, at hann ikki fer í samgongu við AfD. Weekendavisen siterar hann soleiðis 7. februar: “Eg kann vissa veljararnar í Týsklandi: Vit vilja ikki samstarva við AfD - ikki áðrenn, ikki eftir, ongantíð nakrantíð.” (mín týðing) Kanska ein løgin útsøgn, tá hann júst hevur samstarvað við AfD fyri fáum vikum síðani?
Næstforkvinnan í CDU, Karin Prien, avdúkar tó veruligu strategiina í somu grein: “At ignorera AfD ella bara at skíra teir nazistar er ikki loysnin. Tað snýr seg um at viðurkenna trupulleikarnar í staðin fyri at lata sum um teir ikki finnast, og síðani at koma við ítøkiligum loysnum.” Og seinni sigur hon: “Eg eri sannførd um, at bert ein stórur borgarligur mið-høgra-flokkur sum CDU - ein liberalkonservativ megi - kann vikna høgrapopulismuna í Týsklandi.”
Eg helli eisini til hesa fatan. CDU vil ikki í samgongu við AfD, men roynir at draga ivasamar AfD-veljarar til sín, soleiðis at AfD minkar og CDU veksur. Men fyribils sær tað ikki út til at rigga.
##med5##
Sámal Matras Kristiansen,
samfelagsfrøðingur og týskmæltur