Ein 40 ára gamal lækni í Berlin í Týsklandi er undir illgruna fyri at hava dripið í minsta lagi 10 sjúklingar - ella meira enn tvífalt so nógvar, sum áður hildið.
Tað upplýsir týska ákæruvaldið, og tað er tíðindastovan NTB sum endurgevur.
Ákæruvaldið hevði í fyrsta lagi eyðmerkt fýra offur í óhugnaliga málinum, men talið varð síðan økt til átta.
Nú heldur ákæruvaldið, at læknin eisini hevur ábyrgdina av, at tveir álvarsliga sjúkar kvinnur, ávikavist 25 og 57 ár, doyðu.
Læknin situr í løtuni varðhaldsfongslaður. Hann varð handtikin í august í fjør og í fyrsta lagi skuldsettur fyri dráp av fýra sjúklingum umframt eldáseting.
Talsmaðurin hjá ákæruvaldinum, Michael Petzold, sigur sambært NTB, at 40 ára gamli læknin setti eld á íbúðirnar hjá sjúklingunum fyri at fjala út yvir sínar illgerðir.