U19-landsliðið tapti eisini triðja EM-undankappingardystin

Í dag máttu Føroyar lúta fyri kosovansku vertunum

Mynd: FSF

Fyrr í dag spældi føroyska U19-manslandsliðið triðja og seinasta dystin í hesari EM-undankappingini.

 

Dysturin í dag var ímóti vertstjóðini, Kosovo.

 

Kosovo vann dystin 2-0 við málum teir skutu í 31. og í 52. minutti. 

 

Hagtølini við royndum á málið hjá mótstøðuliðnum søgdu 23-3 til Kosovo, so føroyska liðið var undir rættiliga stórum trýsti. 

 

Føroyar hava eisini tapt 0-4 (0-1) fyri Eysturríki og 0-3 (0-1) fyri Spania í hesari undankappingini. 

 

Eysturríki, Spania og Kosovo endaðu øll á seks stigum. Eysturríki vann bólkin við besta málmuninum. Spania var nummar tvey, Kosovo nummar trý, og Føroyar endaðu aftast við ongum stigi.

 

Teir sum byrjaðu inni í dag:

 

1. Sámal á Steig (M)

 

2. Virgar Jónsson

 

3. Torkil Holm

 

4. Ingi Arngrímsson

 

5. Jónas Prior

 

6. Árni Nóa Atlason (L)

 

9. Bartal Páll Klein

 

10. Mattias Hellisdal

 

16. Djóni Samuelsen

 

17. Jósef Ólavsson

 

18. Bjørn Bjarkhamar

 

Bonkur:

 

12. Rasmus Olsen (M)

 

7. Aron Benjaminsen

 

8. Baldur Niclasen

 

11. Markus Isaksen

 

13. Aron Arnholdsson

 

14. Sjúrður Henriksen

 

15. Arnór Brandsson

 

Kelda: FSF

 

Mynd: FSF