U21: Byrja á útivølli móti Estlandi

Dystarskráin hjá U21 landsliðnum fyri komandi EM undankapping er nú klár. Føroyar byrja á útivølli móti Estlandi leygardagin 7. juni

Fyrsti heimadysturin hjá Føroyum í komandi EM undankapping fyri U21 landslið, verður í Klaksvík fríggjadagin 10. oktobur - Mynd: Andrei Vital

Í alt tíggju dystir skulu spælast í komandi EM undankapping hjá føroyska U21 landsliðnum, eftir at lutakast var í Nyon í Sveis hósmorgunin. Føroyar komu í bólk C, saman við Frankaríki, Sveis, Íslandi, Luksemborg og Estlandi. Og eftir lutakastið setti londini seg saman at samráðast um dystarskránni, sum eftir lítlari løtu varð fingin upp á pláss.

 

Av teimum 10 dystunum spæla Føroyar seks dystir í ár, og fýra í 2026. Lagt verður fyri leygardagin 7. juni, á útivølli móti Estlandi, meðan fyrsti heimadysturin verður í Klaksvík fríggjadagin 10. oktobur, tá Frankaríki kemur á vitjan.

 

Dystarskráin 2025:

 

7. juni Estland – Føroyar

 

4. seot. Ísland – Føroyar

 

9. sept. Luksemborg – Føroyar

 

10. okt. Føroyar – Frakland

 

14. okt. Føroyar – Sveis

 

17. nov. Franland – Føroyar

 

2026:

 

27. mars Sveis – Føroyar

 

25. sept. Føroyar – Estland

 

30. sept. Føroyar – Luksemborg

 

6. okt. Føroyar – Ísland

 

EM endaspælið verður í Albania og Serbia í 2027.

 

Fyrsti heimadysturin hjá Føroyum í komandi EM undankapping fyri U21 landslið, verður í Klaksvík fríggjadagin 10. oktobur - Mynd: Andrei Vital