Frakland, Sveis, Ísland, Luksemborg og Estland eru mótstøðuliðini hjá U21-landsliðnum í bólki C í komandi EM-undankappingini.
Av hesum fimm liðunum er tað bara Frakland, ið U21-landsliðið hevur verið í bólki saman við äður.
Í næstseinastu undankappingini megnaði U21-landsliðið javnleik 1-1 móti Fraklandi á ovara vølli í Gundadali. Steffan A. Løkin skoraði føroyska málið.
FSF skrivar, at seinni í dag ella í morgin verður greitt hvussu dystarskráin sær út.
##med2##