Í vikuni tosaði ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj í telefon við amerikanska forsetan, Donald Trump, men sambært tíðindastovuni, Reuters, tosaðu forsetarnir ikki um verjusamgonguna, Nato.
Sambært Reuters sigur ukrainski forsetin í dag, at hann veit, at USA ikki ynskir Ukraina sum limaland í Nato. Volodymyr Zelenskyj sigur eisini, at Ukraina fer ikki at góðtaka nakra avtalu millum Moskva og Washington - uttanum Kyiv.
Fleiri Nato-lond krevja eisini, at Ukraina verður við, tá samráðingar verða um eina friðaravtalu millum Russland og Ukraina.
Forsetarnir báðir, Vladimir Putin og Donald Trump, høvdu eisini eina langa samrøðu í vikuni um framtíðina hjá Ukraina, og teir samdust um at hittast í Saudi Arabia um stutta tíð at samráðast um eina friðaravtalu.
Vladimir Putin og Donald Trump hava eisini sagt, at teir fara at vitja í londunum hjá hvørjum øðrum. Hetta upplýsti amerikanski forsetin eftir samrøðuna teirra millum.
Nýggi amerikanski verjumálaráðharrin, Peter Hegseth, hevði í gjár og í dag fyrstu fundirnar við sínar nýggju samstarvspartar í Nato, og sjálvur royndi hann at kyrra støðuna.
- Donald Trump, forseti, er besti samráðingarleiðari á jørð, segði amerikanski verjumálaráðharrin og legði aftrat, at heimurin er heppin, nú Trump er forseti í USA.
Sambært Verdens Gang sigur ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, avgjørdur, at ein møgulig avtala, har hann ikki er við í samrøðunum, verður ikki góðtikin.