Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, sigur í einari samrøðu á trygdarráðstevnuni í München í dag, at um Ukraina ikki kann gerast limur í verjusamgonguni Nato, noyðist landið at tvífalda sína hermegi.
Tað eru skjótt trý ár síðan, at Russland leyp á Ukraina, og í alla hesa tíð hevur ukrainski herurin roynt at staðið ímóti russiska áganginum, sum hevur kostað báðum londunum dýrt í mannalívum og lagnum.
Í dag segði ukainski forsetin eisini, at USA ongantíð hevur sæð fyri sær, at Ukraina skuldi gerast partur av verjusamgonguni. - Hetta er bara nakað, sum USA hevur snakkað um, ásannaði Volodymyr Zelenskyj.