Seint í gjárkvøldið frættist, at høgtstandandi sendifólk úr Moskva, Kyiv og Washington í dag fara at hittast í München.
Hesum hevur Donald Trump, forseti í USA, boðað frá.
Verjumálaráðharrar úr Nato-londunum eru í hesum døgum savnaðir á trygdarráðstevnu, og amerikanski forsetin sigur soleiðis:
- Her verður ein fundur í morgin. Russland verður við saman við okkara fólki, og umboð fyri Ukraina eru eisini boðin við.
Amerikanski forsetin segði, at hann er ikki greiður yvir, hvør kemur at luttaka á fundinum úr ymisku londunum.
Men, tað er óvist, um Ukraina verður við í hesum samrøðum, tí landið sigur seg ongar ætlanir hava um at tosa við Russland í løtuni.
- Vit og okkara sameindu mugu hava eina felagsstøðu, áðrenn nakrar samrøður verða við russar, og í løtuni liggur einki á borðinum.
Tað sigur Dmytro Lytvyn, ein av ráðgevunum hjá ukrainska forsetanum.
Ráðgevin leggur aftrat, at hann ikki sær fyri sær, at Ukraina fer at tosa við Russland í München, veit tíðindastovan NTB at siga.