Umboðsmaður ger einki við klagu um próstin

Umboðsmaðurin hevur valt ikki at viðgera eina klagu um eina kæruavgerð hjá Almanna- og mentamálaráðnum í sambandi við setan av nýggjum prósti.

Tíðindaskriv:

 

Umboðsmaðurin metti seg ikki kunna viðgera klaguna uttan eisini at fyrihalda seg til setanarmálið. Sambært § 4 í umboðsmanslógini er virksemi umboðsmansins avmarkað organisatoriskt til at fevna um stovnar innan fyrisitingina undir heimastýrinum, vanliga nevnt stovnar undir almennu fyrisitingini.

 

Við støði í lóggávuni helt umboðsmaðurin støðu fólkakirkjunnar sum part av almennu fyrisitingini vera so mikið ivasama, at umboðsmaðurin valdi ikki at viðgera klaguna um sjálva kæruavgerðina í sambandi við setanarmálið. Umboðsmaðurin helt samanumtikið, at støða fólkakirkjunnar innan fyrisitingina ikki er nóg greitt ásett í lóggávuni og sendi tí fráboðan um lýti við lóggávuni, sambært § 12 í umboðsmanslógini, til Løgtingið og landsstýriskvinnuna í Almanna- og mentamálum.

 

Klaga varð send umboðsmanninum um eina kæruavgerð hjá Almanna- og mentamálaráðnum viðvíkjandi setan av nýggjum prósti. Almanna- og mentamálaráðið hevði ta fatan, at føroyska fólkakirkjan ikki er partur av almennu fyrisitingini og tí heldur ikki fevnd av eitt nú lógini um Løgtingsins umboðsmann.

 

Klagarin var ikki samdur í hesi fatan og førdi fram, at í øllum førum partar av virkseminum hjá fólkakirkjuni eru at meta sum fyrisitingarligt virksemi.

 

Umboðsmaðurin metti seg ikki kunna viðgera klaguna uttan eisini at fyrihalda seg til setanarmálið hjá fólkakirkjuni. Av tí sama var neyðugt at taka støðu til støðu fólkakirkjunnar innan føroysku fyrisitingina, og hvørt hon var umfatað av virkisøki umboðsmansins. 

 

Samanumtikið helt umboðsmaðurin, at føroyska fólkakirkjan í sambandi við yvirtøkuna gjørdist partur av almennu fyrisitingini undir heimastýrinum, á sama hátt sum danska fólkakirkjan er undir donsku almennu fyrisitingini. 

 

Seinni hevur Føroya Løgting tó í sambandi við løgtingsmál frá 2013 og 2023 samtykt lóggávu, hvørs fortreyt er, og hvørs viðmerkingar siga, at føroyska fólkakirkjan ikki er partur av føroysku fyrisitingini hjá landi ella kommunum. 

 

Við støði í hesum helt umboðsmaðurin støðu fólkakirkjunnar sum part av almennu fyrisitingini vera so mikið ivasama, at umboðsmaðurin valdi ikki at viðgera klaguna um kæruavgerðina hjá ráðnum í sambandi við setanarmálið. 

 

Umboðsmaðurin helt samanumtikið, at støða fólkakirkjunnar innan fyrisitingina ikki er nóg greitt ásett í lóggávuni. Ein greið støðutakan um støðu fólkakirkjunnar er avgerandi fyri heimild umboðsmansins, men ikki minni fyri í hvønn mun fólkakirkjan skal fylgja vanligu fyrisitingarrættarligu lógum okkara í sambandi við fyrisitingarligt virksemi. Umboðsmaðurin sendi tí fráboðan um lýti við lóggávuni, sambært § 12 í umboðsmanslógini, til Løgtingið og landsstýriskvinnuna í Almanna- og mentamálum. (LUM 24/16558)