Birkblog, ummæli:
Samstundis er filmurin ein sjáldsama væl fangað studia í manipulation, tá vit síggja hvussu nógvir menn og bert hendinga kvinna, eru við í hesi søguliga stóru ætlan, sum vit øll skulu bindast niður við, uttan at nakað innlit fæst í privata felagið, sum fær uppgávuna.
Marjun Dalsgaard hevur lagt ”Suðuroyartunnilin og skuggatølini”, sum varir ein stívan tíma, til rættis og Ivan Niclasen hevur verið redaktørur undir leiðslu av Katrin Petersen. Eitt sterkt og útfarandi Kringvarpstoymi. Gott og upplýsandi public service arbeiði, hyggjarans vegna.