USA avlýsir felags tíðindafund í Ukraina

Í dag hevur ukrainski forsetin, Volodomyr Zelenskyj, hitt serliga sendimannin hjá USA fyri Ukraina, Keith Kellogg, men USA hevur avlýst ætlaða felags tíðindafundin

Hetta veit Reuters, sum endurgevur RBC Ukraine, at siga seinnapartin.

 

Ætlanin var eftir fundin teirra millum at hava ein felags tíðindafund, men hesin er eftir ynski frá USA avlýstur. Tað veit forsetaskrivstovan hjá Volodomyr Zelenskyj at siga.

 

Miðlarnir vita tískil heldur ikki, hvat Volodomyr Zelenskyj og Keith Kellogg tosaðu um á fundinum teirra millum.

 

Í gjárkvøldið kom amerikanski forsetin, Donald Trump, við løgnum útsagnum um ukrainska forsetan. Eitt nú legði hann Zelenskyj undir at vera ein "einaræðisharri".

 

Donald Trump gav eisini ukrainska forsetanum skuldina fyri kríggið - tó, at tað var Russland, sum leyp á Ukraina fyri skjótt trimum árum síðan.

 

Ukrainski forsetin hevur ikki svarað beinleiðis upp á skuldsetingarnar hjá amerikanska forsetanum. 

 

Í einari video-røðu til ukrainska fólkið í gjárkvøldið segði Volodomyr Zelenskyj, at samstarvið við USA er týdningarmikið. Hann segði seg eisini síggja fram til at hitta Keith Kellogg.