USA fer ikki at senda herfólk til Ukraina

Um kríggið í Ukraina annars, sigur nýggi amerikanski verjumálaráðharrin, at tað má fáa ein enda so skjótt sum gjørligt

 

 

Amerikanski verjumálaráðharrin, Pete Hegseth, sigur, at USA fer ikki at senda herfólk til Ukraina.

 

Verjumálaráðharrin heldur tað ikki vera sannlíkt, at Ukraina fer at taka Krim-hálvoynna aftur frá russum.

 

Tað var longu í 2014, at Russland tók Krim, sum er á stødd við Jútland - ella umleið tveir triðingar av Danmark.

 

Pete Hegseth heldur, at tað fer bara til at føra til enn størri líðing, um roynt verður at taka Krim-hálvoynna aftur.

 

Um kríggið í Ukraina annars, sigur amerikanski verjumálaráðharrin, at tað má fáa ein enda.

 

Verjumálaráðharrin leggur aftrat, at amerikanski forsetin eisini vil hava kríggið liðugt so skjótt sum gjørligt.

 

Hetta veit norska kringvarpið - NRK - at siga í dag.

 

Pete Hegseth hevur eisini sagt, at ukrainskur limaskapur í verjusamgonguni Nato er ikki realistiskur.

 

- USA heldur ikki, at Nato-limaskapur er ein realistisk avleiðing av krígnum, segði verjumálaráðharrin á Nato-høvuðsstøðini í Brüssel í dag.