Sendinevndirnar eru samdar um eina røð av tingum, sigur ein talskvinna fyri amerikanska uttanríkisráðið.
Millum annað verða bólkar settir á stovn at samstarva um at finna eina loysn á ósemjuni í Ukraina.
Endamálið er at finna eina loysn, sum er burðardygg og góðkend av øllum pørtum, sigur talskvinnan Tammy Bruce.
Ukraina var ikki umboðað á fundinum í Riyadh, sum sambært Russlandi gekk væl.
Fundurin vardi umleið fýra og ein hálvan tíma.
– Tað var eitt gott prát, sigur Juri Ushakov, ráðgevi hjá Putin, sambært statsstýrdu russisku tíðindastovuni Tass.
Hann luttók á fundinum saman við millum øðrum uttanríkisráðharrunum úr Russlandi og USA.
Møguligir karmar fyri einum fundi millum russiska forsetan Putin og amerikanska starvsbróður hansara, Donald Trump, vórðu eisini umrøddir.
Eingin ítøkilig semja er um fund enn, sigur Yuri Ushakov. Líkt er ikki til, at fundur verður í næstu viku, leggur hann afturat.
Fundurin í Riyadh hevur elvt til øsing í Evropa. Serliga tí hvørki ES ella Ukraina luttaka.
Bæði ES og Ukraina hava sagt, at ein varandi loysn bert kann finnast, um evropeiskir partar eru við samráðingarborðið.
Eftir fundin í Saudi Arabia segði amerikanski uttanríkisráðharrin, at ES onkuntíð fer at blanda seg uppí.
– Eingin verður settur til síðis, sigur Marco Rubio.
Hann leggur afturat, at ein loysn á ósemjuni skal vera góðkend av øllum, eisini Ukraina, Evropa og Russlandi.
Umframt samstarv um at fáa enda á krígnum í Ukraina hava russisku og amerikansku sendinevndirnar eisini tosað um samstarv í breiðari merking.
USA og Russland fara at arbeiða fyri at normalisera viðurskiftini, sigur talskvinnan Tammy Bruce.
Samstundis hevur verið umrøtt búskaparligt samstarv landanna millum.
USA hevur - eins og ES - sett nógv búskaparlig revsitiltøk í verk móti Russlandi síðani kríggið byrjaði í 2022.
Samstundis stuðlar Vesturheimurin Ukraina bæði hernaðarliga og búskaparliga.
Ritzau/Reuters