USA sigur at fleiri houthi-leiðarar eru dripnir

- Álopið er ein ávaring til Iran, sum stuðlar houthi-uppreistrarbólkinum at fremja álop á altjóða skipaferðsluna í Reyðahavinum, sigur trygdarráðgevin hjá USA

Trygdarráðgevin hjá USA, Michael Waltz

- Amerikanska álopið á Jemen hevur tikið lívið av fleiri houthi-leiðarum.

 

Tað siga tey í Hvítu Húsunum í USA.

 

Trygdarráðgevin hjá USA, Michael Waltz, sigur, at álopið er ein ávaring til Iran, sum stuðlar houthi-uppreistrarbólkinum at fremja álop á altjóða skipaferðsluna í Reyðahavinum.

 

Ein talsmaður fyri houthiararnar segði í morgun, at 31 fólk eru dripin, og fleiri eru løstað í amerikansku álopunum í Jemen.

 

Lesið eisini - 

 

Iran hóttirhttps://www.in.fo/news-detail/iran-hottir-vid-alopum-eftir-trump-avaring

 

 

 

 

 

 

 

Trygdarráðgevin hjá USA, Michael Waltz