Amerikanski verjumálaráðharrin, Pete Hegseth, er greiður í sínari talu, nú hann er á vitjan í Evropa.
Í dag sigur hann, at evropearar ikki kunnu vænta, at USA fyri allar ævir verður trygdin hjá Evropa.
- Tí verður neyðugt hjá evropearum at veksa um sínar verjuútreiðslur, sigur Pete Hegseth.
Á ferð síni í Evropa, har hann eitt nú luttekur á Nato-trygdarráðstevnuni í München, hevur hann fyrr í vikuni eisini vitjað í Belgia.
Amerikanski verjumálaráðharrin hevur eisini róst Póllandi, ið telist millum evropeisk lond, sum brúka nógvar pengar til verjuútreiðslur.
Amerikanski forsetin, Donald Trump, hevur áður funnist at Nato-londum fyri at brúka nógv minni av síni bruttotjóðarúrtøku til verju, enn USA ger.