Amerikanski verjumálaráðharrin, Pete Hegseth

USA verður verandi í Nato

. Málið eigur at vera, at Nato-lond brúka fimm prosent av sínari bruttotjóðarúrtøku til verjuútreiðslur, sigur amerikanski verjumálaráðharrin

Amerikanski verjumálaráðharrin, Pete Hegseth

- USA verður verandi i Nato og kemur at vera limur í Nato í eina langa tíð frameftir, sigur amerikanski verjumálaráðharrin, Pete Hegseth, og hetta segði hann á Nato-høvuðsstøðini í Brüssel í morgun.

 

Her vissaði hann um, at USA verður verandi í verjusamgonguni.

 

Amerikanski forsetin, Donald Trump, hevur áður borið upp á mál, at USA kanska fer at taka seg úr Nato, og hetta hevur ført til órógv millum Nato-lond.

 

- At standa ímóti russisku krígsmaskinuni er ein evropeisk ábyrgd, segði verjumálaráðharrin sambært tíðindastovuni, Reuters.

 

Pete Hegseth endurtók áheitanina um, at Nato-lond skulu veksa um sínar verjuútreiðslurnar, og hann heldur, at málið eigur at vera, at londini brúka fimm prosent av sínari bruttotjóðarúrtøku til verjuútreiðslur.

 

 

 

 

 

Amerikanski verjumálaráðharrin, Pete Hegseth