Útgávukonsert í Havnar kirkju sunnudagin

Øll eru hjartaliga vælkomin til hesa sermerktu konsert, sum hátíðarheldur útgávuna av nýggjum sálmum hjá Petur Jakob Sigvardsen og Knút Olsen.

Í sambandi við at plátufelagið TUTL á Grækarismessu gav út upptøkur av sálmasavninum Føroysk Sálmaløg, verður útgávukonsert í Havnar kirkju nú sunnudagin kl. 16.

 

Tað var forlagið Búgvin, sum í 2012 gav út Sálma- og lagasavnið Føroysk Sálmaløg.

 

Í bókini eru 65 sálmar, sum Petur Jacob Sigvardsen hevur skrivað, og Knút Olsen gjørt løg til.

 

63 av hesum sálmum eru nú sungnir og tiknir upp. Einstaklingar syngja nakrar sálmar,

 

og nakrir eru sungnir sum duett. Annars eru tað sangbólkar, ið hava sungið ein part av

 

hesum sálmum, sum Finnur Hansen hevur tikið upp, og TUTL  lagt út á talgildu miðlarnar – Youtube og Spotify. Leinkið til innspælingarnar kann frítt leggjast á heimasíður hjá feløgum og stovnum, og øll kunnu, nær tað skal vera, lurta eftir upptøkunum.

 

Leinkið til upptøkurnar finnast her.

 

Til konsertina fara solistar at syngja nakrar av “teirra” sálmum.

 

Eins og á upptøkunum hevur Gudmund Mortensen orgulfylgispælið.

 

Solistarnir verða: Andreas Samuelsen, Arina Bischoff, Høgni Debes, Eyðbjørg Hansen, Sanna Bæk Hoydal og Sámal Matras Kristiansen.


Øll eru hjartaliga vælkomin til hesa sermerktu konsert, sum hátíðarheldur útgávuna av nýggjum sálmum hjá Petur Jakob Sigvardsen og Knút Olsen.

 

Aftan á konsertina verður drekkamuður at fáa í Kirkjustovu.