Tíðindaskriv:
Føroyameistarnir úr Havn gjørdu bart við 4-0 sigri, sandavágsmenn mistu í sínum lagi hálvtannað stig í sínum dysti, og eru tí farnir hálvttriðja stig afturum Havnina.
Telvað var í øllum deildum sunnudagin.
Í 1 deild høvdu liðini úr somu feløgum sínar seinnu innanhýsis dystir. Stórur munur er á A- og B-manningini hjá Havnar Telvingarfelag, í Klaksvíkar Talvfelag er munurin minni.
Sandavágsmenn mistu í kappingini við Havnar Telvingarfelag. Óvæntað eydnaðist ungu manningini hjá uppflytarunum úr Kollafjarðar Talvfelag at fáa hálvtannað stig í Vágum. Tað bøtir ikki um støðuna hjá sandavágsmonnum, at Rógvi Egilstoft, sum í løtuni búleikast í Spania, so sjáldan er tøkur til dystirnar í Føroyum.
Tað kemur tí væl við, at vágamenn í tí 19 ára gamla Jón í Horni Nielsen tykjast hava nýggjan stórtelvara á veg. Men ein strika í rokningini mundi tað vera, at fleirfaldi føroyameistarin Torkil Nielsen á øðrum sinni í vetur mátti dvína fyri unglinginum Markusi Jacobsen, ið situr á fjórða borði hjá kollfirðingum.
Sum heild má sigast, at unga kollafjarðarmanningin - uttan Hans Kristian Simonsen, ið bara sæst til hissini einstaklingakappingar - hevur staðið seg óføra væl, og nú hevur tikið seg av niðurflytingarplássinum.
1 deild (6 umfar)
Havnin A. - Havnin B. 4 - 0
Helgi Dam Ziska - Elias Petersen 1 - 0
Luitjen Akselsson Apol - Heiðrikur Jacobsen 1 - 0
Carl Eli Samuelsen - Øssur Joensen 1 - 0
Herluf Hansen - Jóannes Guttesen
Sandavágur - Kollafjørður 2½ - 1½
Høgni Egilstoft Nielsen - Árant Djurhuus 1 - 0
Silas Eyðsteinsson - Rógvi Mørkøre ½ - ½
Jón í Horni Nielsen - Karl M. Dahl 1 - 0
Torkil Nielsen - Markus Jacobsen 0 - 1
Klaksvík A. - Klaksvík B. 2½ - 1½
Ólavur Simonsen - Haldur S. Johansen 1 - 0
Rani Baldursson - Steintór Rasmussen 1 - 0
Heðin Gregersen - Ingolf Gaard ½ - ½
Terji Petersen - Tummas M.Sólsker 0 - 1
Støðan 1 deild
Havnin 19½ stig
Sandavágur 17
Klaksvík 14
Klaksvík B. 8
Kollafjørður 7½
Havnin B. 6
Fleiri um boðið
Vágamenn halda kósina sum oddalið í 2 deild, men fleiri lið eru í hølunum á teimum.
Sandavágsmenn vunnu tepran sigur á toftamonnum, sum ikki høvdu Jens Chr. Hansen tøkan. Jón Atlason Gregersen tryggjaði vágamonnum sigurin við at vinna á fyrrverandi føroyameistaranum Boga Ziska á øðrum borði. Javnt var á hinum trimum borðunum.
Klaksvíkingar eru næstir vágamonnum eftir 3-1 sigurin á teimum inni á Skálafjørðinum. Javnt á fremru borðunum, á aftaru borðunum vunnu klaksvíkingar. Hjá Rógva Heinason Olsen, ið er sonur fleirfalda føroyameistaran Heina Olsen, sæst stórur framburður.
Í innanhýsis dystinum í Havn var tað unga B-manningin, sum vann á A-manningini. B-manningin, við unglingaføroyameistarunum Petur G. Magnussen (2023) og Brestir Samuelsen (2021) á fremru borðunum, hevur nú otað seg heilt fram í oddastríðið í deildini.
Ein triði unglingaføroyameistari, Jóhan Sivertsen, sum vann sítt unglinga FM-heitið í 1983, telvaði sunnudagin sítt fyrsta talv í tretivu ár. Við ongum ratingtali var hann settur á fjórða borð á B-liðnum, men hann telvaði sera væl og sannførandi og vann spælandi. Eitt flott comeback hjá einum gávaðum telvara, ið gavst alt ov tíðliga, men nú - 59 ára gamal - settist hann við borðið aftur.
2 deild (6 umfar)
Sandavágur - Toftir 2½ - 1½
Bernhard Augustinussen - Andrias Danielsen ½ - ½
Jón Atlason - Bogi Ziska 1 - 0
Jónfinn Thomsen - Andreas Andreasen ½ - ½
Johnny Petersen - Jógvan Ingvard Hansen ½ - ½
Klaksvík - Kongshavn 3 - 1
Finnbjørn Vang - Brandur Højgaard ½ - ½
Einar Gregersen - Meinhard Danielsen ½ - ½
Rókur Davidsen - Jens á Líknagøtu 1 - 0
Rógvi Heinason Olsen - Gunnleif Rasmussen 1 - 0
Havnin B. - Havnin A. 3 - 1
Petur G. Magnussen - Óli Joensen ½ - ½
Brestir Samuelsen - Poul Poulsen 1 - 0
Eyðun L. Staksberg - Sveinur M. Nolsøe ½ - ½
Jóhan Sivertsen - Jón Andreasen 1 - 0
Støðan 2 deild
Sandavágur 15
Klaksvík 14
Havnin B. 13½
Toftir 11½
Havnin A. 9½
Kongshavn (Runavík) 8½
Sundalagsmenn fremstir
Í 3 deild tykjast trý lið vera í harðari kapping um uppflyting. Sundalagsmenn í Róki hava verið fremstir higartil, men tvey av gomlu 1 deildarliðunum, Vestmanna og Gøta, eru í hølunum á teimum.
3 deild (6 umfar)
Vestmanna - Rókur 2 - 2
Havnin - Gøta ½ - 3½
Kollafjørður - Sandavágur 2 - 2
Støðan 3 deild
Rókur 15½ stig
Gøta 14½
Vestmanna 14
Kollafjørður 12½
Sandavágur 9½
Havnin 6
4 deild
Í fjórðu deild eru liðini tíggju í alt. Sunnudagin var fimta umfar á skránni.
4 deild (5 umfar)
Toftir - Sandavágur B. 0 - 4
Havnin - Gøta 2 - 2
Strendur A. - Sandavágur A. 3 - 1
Strendur B. - Rókur 2½ - 1½
Suðuroy - Klaksvík ½ - 3½
Støðan 4 deild
Klaksvík 17½ stig
Sandavágur B. 13
Strendur A. 11
Gøta 11
Sandavágur A. 10½
Suðuroy 10
Rókur 10
Strendur B. 6
Toftir 5½
Havnin 5½
Telvað verður aftur annan sunnudag, 9 februar. Tá eru dystirnir í sjeynda umfari fyri. Landskappingin í talvi endar 22 mars.