Vágur: Í fremstu nýggjársbygdini eru tey longu byrjaði

Um 500 fólk hittust í morgun til morgunmat og síðani var stórt barnatiltak. Í kvøld er bál og stóra fýrverkið á skránni.

At Vágsbygd helst er hin fremsta nýggjársbygdin í Føroyum er onki nýtt.

 

Síðani sekstiárini hava tey í Vági gjørt sera nógv burturúr, og bál og fýrverk er størri enn aðrastaðni í Føroyum.,

 

Í morgun var kirkjurenning og eisini  hittust millum 500 og 600 fólk til felags morgunmat vesturi á Eiðinum í Vági, og eftir hetta var barnatiltak.

 

Í kvøld hava nøkur grannaløg bál og fýrverk, men á miðnátt er kyndlagonga,  stóra bálið, har prýddur bátur verður brendur, og so er stóra sýningin við fýrverki - størsta fýrverks-show í Føroyum.

 

Jakob Skaaning og aðrir standa fyri at prýða bátin, og nógv av arbeiðinum fer fram á Fab Lab í Vágs skúla.

 

Tá klokkan nærkast tvey í  nátt er stórdansur. Har spæla í VB-høllini Hitmen, Adrenaline, DJ Gajoe, Danny & The Veetos duo. Í VB-húsinum spæla Fourmenh og DJ Annand.

 

##med2##

 

##med3##

 

##med4##

 

##med5##

 

##med6##

 

##med7##

 

##med8##

 

##med9##