Leygardagin spældi liðið hjá føroyska málverjanum, Silju A. Müller, Valur fyrru fjórðingsfinaluna í European Cup.
Í fyrra dystinum í høllini í Hlíðarenda í Reykjavík vann Valur greiðan 28-21 á kekkiska liðnum, Slavia Prag. Í steðginum var Valur frammanfyri 17-12.
Hafdís Renötudóttir stóð ein framúr dyst í málinum hjá Vali, so tað vóru ikki boð eftir Silju í dag.
Seinnapartin í dag klokkan 16 spæla liðini seinnu fjórðingsfinaluna í somu høll, og hevur Valur ein gyltan møguleika at vinna seg í hálvfinalurnar.
Í dystinum í dag verður Slavia tekniskt heimalið.