Jógvan I bestur í 2024

Frystilínuskipið Klakkur, sum hevur ligið í oddinum í veiðivirði seinnu árini, noyddist í farna ári at lúta fyri Jógvani I

Alt bendir á, at frystilínuskipini fingu ein nýggjan "føroyameistara" í farna veiðiári, og nýggi fiskikongurin - helst bæði í nøgd og veiðivirði - er frystilínuskipið, Jógvan I. 

 

Klakkur hevur í fleiri ár ligið antin ovastur ella millum tey allar fremstu, men í 2024 hava vit eftir øllum at døma ein nýggjan fiskikong millum frystilínuskipini.

 

Soleiðis, sum In.fo skilir, fiskaði Jógvan I í fjør fyri meira enn nakað annað føroyskt frystilínuskip fiskaði fyri í nú undanfarna ári. 

 

Tá tú hevur við frystilínuskip at gera, kann vera skjótt at fara skeivur, tí spurningurin er, nær seinasta lastin í undanfarna ári er ella verður seld. 

 

Ein frystilast kann vera landað undan jólum, og tískil telur hon við í veiðinøgdini, men tað er ikki vist, at lastin er seld í sama ári, sum hon verður landað.

 

In.fo skilir, at veiðivirðið hjá Jógvani I í farna ári helst táttar í 59 milliónir krónur, og tað er greitt, at einki annað frystilínuskip hevur eitt so stórt veiðivirði í árinum.

 

Jógvan I hevði eitt gott ár í fjør, og umframt er vera bestur í veiðivirði, hevur frystilínuskipið helst eisini størstu veiðinøgdina í 2024.

 

Fiskikongurin í fleiri ár - frystilínuskipið Klakkur - hevur í árinum havt ymiskar maskintrupulleikar at drigist við, sum hava gjørt, at skipið hevur mist fiskitíð.

 

Frystilínuskipið Eivind hevur eisini ligið nakað og hevur eisini mist fiskitíð í undanfarna ári.

 

Soleiðis, sum øll vita, sakk Kambur tíðliga í 2024 í einari syrgiligari skipsvanlukku, sum setti síni spor. Hinvegin hevur tað gingið væl hjá nýggja Kambi, síðan skipið kom í flotan.

 

Stapin roynist eisini, bæði í nøgd og veiðivirði, og hann liggur eisini frammarlaga í 2024, men á fyrsta og øðrum plássi eru eftir øllum at døma Jógvan I og Klakkur.

 

At enda kunnu vit leggja aftrat, at tað er royndi línuskiparin, Heri Henriksen, sum er skipari á Jógvani I.