Týskvøldið tók liðið hjá málverjanum, Silju A. Müller, Valur móti Selfossi í dysti í bestu íslendsku hondbóltsdeildini.
Dysturin í høllini á Hlíðarenda í Reykjavík endaði við tryggum 31-22 sigri til Val. Heimaliðið var frammanfyri við átta málum, 16-8 í steðginum.
Valur hevur vunnið 16 av 17 dystum higartil í kappingini, og er greitt oddalið við 32 stigum.
Sum vant mátti Silja spæla aðru violin, og íslendski landsliðsmálverjin, Hafdís Renötudóttir vardi málið mesta partin av tíðini. Silja bjargaði ein triðing av málroyndunum ta tíðina hon fekk møguleikan at verja málið hjá Vali.
Bert fýra dystir eru eftir at leika í grundspælinum, og tær hjá Vali mangla ikki nógv í at vinna grundspælið. Fram og Haukar hava 24 stig á øðrum og triðja plássinum, og tey spæla ein innanhýsis dyst 12. mars.
Leygardagin og sunnudagin, báðar dagarnar klokkan 16 spælir Valur í høllini á Hlíðarenda fjórðingsfinalur í European Cup móti kekkiska liðnum, Slavia Prag í høllini á Hlíðarenda.