Valur vann stórsigur og Afturelding leikti javnt

Føroyingaliðini eru trið- og fjórðfremst í bestu islendsku hondbóltsdeildini

Tvey føroyingalið vóru í leiki í bestu íslendsku hondbóltsdeildini í kvøld. 

 

Bjarni í Selvindi skoraði fimm mál, og Allan Norðberg skoraði tvey, tá teir og liðfelagarnir í Vali á heimavøllini í høllini á Hlíðarenda vann stórsigur 35-25 á Fjölni. Í steðginum var Valur á odda 18-14.

 

Hallur Arason, Sveinur Olafsson og liðfelagarnir í Afturelding megnaðu á útivølli úti í Heimaey javnleik 35-35 móti ÍBV.

 

ÍBV var á odda 35-33, men seinastu løtuna megnaði Afturelding at knógva ein javnleik. Í steðginum var ÍBV frammanfyri 18-16. Hallur skoraði tvey mál fyri Afturelding.

 

Støðan:

 

##med2##