Hallur Arason, Sveinur Olafsson og liðfelagarnir í Afturelding spældu í dag dyst á útivølli í bestu íslendsku hondbóltsdeildini.
Í Reykjavík tók Fram móti Afturelding.
Í fyrra hálvleiki gekk sum eftir ánni hjá Afturelding, og var føroyingaliðið greitt á odda 20-13 í steðginum.
Í seinna hálvleiki var heimaliðið sum hamskift, og endaði tað við 34-32 sigri til Fram. Hallur var noteraður fyri eitt mál.
Afturelding er triðfremst í deildini við 22 stigum. Teir eru eitt stig aftanfyri FH og Fram, ið bæði hava 23 stig.