Vel trivna, umhvørvi og framtíðina!

Sera nógv er framt seinastu 4 árini, og nú skula íløgur gerast í náttúru- og umhvørvis- og trivnaðarøkini. Økini eg havi varðað av, sum forkvinna og næstforkvinna.

Eg meti meg hava bestu fortreytir og royndir at fremja neyðugu tøkini, tí bjóði eg meg framaftur. 

 

Góði veljari, eg vóni, at tú vil geva mær tað álit, at velja meg týsdagin. 

 

Fráflyting, minkandi burðartal, eldra- og lestraríbúðir

800 hús í TK hava ikki skattaborgara í kommununi skrásettan búgvandi. Tey sum rinda vatn, kloakk og rusk fyri hesi, eru vit onnur - og tey somu ungu, ið hava sett set í ogvurhondsstóra skuld, fyri at fáa eitt heim. Vit rinda øll ein sera dýran prís, tí okkara børn fáa ikki sett búgv her. Hvat er so alternativið?? 

Vit skula seta amboð í verk, soleiðis at bústaðarmarknaðurin normaliserar seg. Beinanvegin kunna vit lætta um fíggjarliga við at hækka barnafrádráttin.

 

Vit eru í tí góðu støðu í mun til onnur lond, at okkara barnatal júst er farið at minka, tí kunnu vit eisini venda gongdini beinanvegin. Havnin sum lestarbýur er besta amboðið, tí einans helvtin av teimum, ið flyta av landinum í lestrarørindum flyta heimaftur. Tí skula vit byggja 80 lestaríbúðir beinan vegin. Á longri sikt, skula einar 300 lestaríbúðir til, samanborið við grannalondini. 

 

Tá eg verið eldri, vil eg búgva í bíligari eldraíbúð við felags hentleikum og fáa leysgivið fríkapital til at njóta góðu ellisárini við.  Tað eru nógv við mær, sum ynskja hettar, tí skula vit byggja 60 eldraíbúðir beinanvegin. 

Kommunan skal verða við til at byggja fleiri sosialar íbúðir og lutaíbúðir, sum er gott alternativ til støk, eldri og ung. 

Eldra- og ungdómsráð skal raðfestast og verða týðandi partur, tá avgerðir skula takast. 

 

Trivnaður, sosial ábyrgd og bussleið.

Sum forkvinna í ADHDfelagnum og næstforkvinna í MEGD, er eingin ivi í, at javnrættur er mítt aðalmál. Tí fegnist eg um, at Tórshavnar kommuna er frammaliga á økinum samanborið við aðrar kommunur, hóast nógv skal betrast. 

 

Vit eru blivin betri til at javnseta børn í fólkaskúlanum. Frá at hava serflokkahølir í tveimum skúlum í 2020, hava vit nú serflokkahølir í sjey skúlum, umframt eina sólskynssøgu í Gulaskúla. Nú skula vit gera nøktandi karmar, so øll børn javnsetast við frítíðarskúlatilboði eisini. Hetta gera vit við, at gera “Margarin”líknandi tilboð fyri øll børn niðri á gamla skúlanum á Argjum og í Hoyvík. Umvæling av gamla Argjaskúla er mett at kosta 18.mio. Afturat skal garðurin dagførast, so hann aftur kann blíva eitt heiðurligt savnandi stað fyri Argir.  

 

Sosiala ábyrgd og rúmligur arbeiðsgevari!

Ung yngri enn 18 ár, sleppa ikki at starvast innan eldra- & dagstovnaøkið! -Við at bjóða longri starvsvenjingingar á hesum økjum, fara helst fleiri at velja sær hesa yrkisleið. Eisini fáa tey eldru og smáu at njóta stórt gagn av fitta orkufulla ungdóminum, ið er frátikin møguleikanum at ogna sær royndir innan dagstovn og ellisheim í dag. 

Vit skula syrgja fyri javnbjóðis atgongd og atkomu inni, úti, til størv ja øll tilboð. Vit skula økja tímagrunnin á dagstovnum fyri serligan tørv, minka talið á børnum í vøggustovu og barnagarði og útbúgva starvsfólk í sernámsfrøði. 

TK skal bjóða fleiri vard størv og arbeiðsroynd. Til tess, skula vit útbúgva mentorar at tryggja góða arbeiðsbyrjan. 

Starvsfólk hjá kommununi skula hoyrast og átøk gerast fyri trivna. Eisini skula vit framhaldandi betra bussleiðina. Tað gera vit við at  bjóða bygdarkoyringina út fyri seg og hava náttarbussar í vikuskiftinum. 

1 mio í trivnaðarstuðli skal eggja mongu dugnaligu feløgunum og øðrum at økja um trivnaðin og m.a. at basa rúsevnismisnýtslu. Tí skal stuðulin hækka úr 150tkr. til 1.mio.

 

241 mio komandi 4 árini til reint vatn, kloakkir, brennistøð og endurnýtslu!

Hóast útlátið minkar í kommununi og vit skora betur á umhvørvisindeksinum GDX, skula nógvar íløgur gerast. Ein burturkast- og endurnýtsluætlan er klár at seta í verk, har vit byggja skiljihøll við íverksetara- og frálæruhentleikum, gera endurnýtslustøðir í grannaløgum, gera moldpláss, so borgarar fáa góða lokala mold og har brennistøðin fær neyðugu dagføringarnar, soleiðis at hon brennir í 10 ár afturat. 

 

Kjarnuøkini reint vatn, dagførdar kloakkir og reinur strandarkantur krevja komandi 4 árini fylgjandi íløgurnar: Burturkast-& endurnýtsluætlan 97 mil, nýtt vatnverk 60 mio, spillvatnætlansætlan 60 mio og framhaldandi kloakkumvælingar á 24 mio.

Vit skula halda áfram við at umleggja almennir bygningar og gera skilagóða langtíðarætlan fyri fjarhitanetið, ið hevur 1800 brúkarar í dag. Í 2023 brúktu hesir 85% grøna orku! 

1 mio í umhvørvisstuðli skal eggja framkomnum íverksetum tí skal stuðulin hækka úr 250tkr. til 1.mio. 

 

Tórshavnar kommuna er umhvørvismiðdepilin í Føroyum, her verður framleitt mest grøn orka og við 43% av borgarnum í Føroyum, eru vit í einari lyklastøðu. Nú skula vit eisini ganga fremst og skula byggja brýr við allar aktørar í Føroyum. Tað krevur ein sterkan óheftan lista og persónar, ið tosa, vilja og skilja umhvørvismál.

 

Góði veljari, tíðin er komin at velja trivna, umhvørvi og framtíðina!  

 

Bjørg Dam

Býráðslimur og valevni á Kommunulistanum