Venjingarlegan á Kýpros í 2002

Manslandsliðið: Jógvan Martin Olsen hevur eisini roynt leiklutin sum fyribilsvenjari

Mynd: (Savnsmynd - ógreitt hvør eigur hana) Hetta er hópurin, sum var á Kýpros í 2002

Eyðun Klakstein er tann fjórða fyribilsloysin, sum føroyska manslandsliðið hevur roynt í tíðini, eftir at Føroyar kom upp í altjóða fótbólt. Undan honum hava venjarapørini Jógvan Norðbú og Jóhan Nielsen, og Heðin Askham og Jens Martin Knudsen, umframt Jógvan Martin Olsen roynt leiklutin. Her minnast vit afturá venjingarleguna á Kýpros, sum Jógvan Martin Olsen ráddi fyri.

 

(Brot úr grein í Sosialinum 14. novembur)

 

Fýra ferðir hevur verið boð eftir ein fyribilsloysn til manslandsliðið. Í 1993 tóku Jógvan Norðbúð og Jóhan Nielsen yvir í HM-undankappingardystinum móti Rumenia á Svangaskarði. Í 2002 tók táverandi hjáparvenjarin, Jógvan Martin Olsen, yvir á eini venjingarlegu á Kýpros.

 

Í 2009 tóku Heðin Askham og Jens Martin Knudsen sær av einum venjingardysti í Íslandi, sum Føroyar vunnu 1-0. Og fyri einum mánaði síðani fekk Eyðun Klakstein møguleikan at royna seg sum fyribils venjara, eftir at Håkan Ericson við toymið bleiv koyrt frá.

 

Venjingarlegan á Kýpros í 2002

 

Allan Simonsen tók við eftir dystin móti Rumenia í 1993, tá Jógavn Norðbúð og Jóhan Nielsen vóru fyribilsvenjarar. Allan Simonsen stóð við róðrið fram til 2001, tá hann metti, at hann ikki kundi flyta Føroyar meira fram á leið og fór til Luksemborg, ið Føroyar júst høvdu vunnið á.

 

Hjálparvenjari hjá honum var Jógvan Martin Olsen og hann fekk til uppgávu at standa odda fyri venjingarleguni, sum var á Kýpros í feburar mánaði. Tað vóru tríggir dystir á skránni. Tveir almennir venjingar dystir móti ávikavist Póllandi og Liktenstein, og ein óalmennur móti einum felagið úr Póllandi.

 

Fleiri nýggir spælarar vóru við á ferðini. Palli Augustinussen, Meinhardt Joensen, Hjalgtím Elttør og Klæmint Matras fingu allir landsliðsboð fyri fyrstu ferð.

 

Føroyska liðið leyp hvøkk á pólska landsliðið, sum var mannað við spælarum úr heimligu kappingini. Eitt skifti er javnleikur 1-1, men tað endar við teprum 2-1 tapi. Rógvi Jacobsen skoraði føroyska málið. Móti Liktenstein vinna Føroyar 1-0 við máli, sum Uni Arge skorar.

 

- Eg minnist, at Uni Arge skoraði tíðliga í dystinum. Dysturin var á einum venjingarvølli og tað vóru fáir áskoðarar, men fyri meg var tað stórt. Eg var spentur, sigur Palli Augustinussen, sum fekk sína einasta landsdyst á tí ferðini.

 

Landsliðið tapur 4-1 móti pólska liðnum og skemti á túrinum er, at Føroyar taptu meira móti einum liði úr Póllandi, enn móti pólska landsliðnum.

 

Føroyar spæla sunnudagin klokkan 14 móti Norðurmakedónia í seinasta umfarinum í Nations League á hesum sinni. Føroyar eru tryggjaðar plássið í deild C, men kunnu vit at halda seg frammanfyri Armenia og Lettlandi sleppa at spæla play-off dyst um at flyta upp í deild B.

 

Mynd: (Savnsmynd - ógreitt hvør eigur hana) Hetta er hópurin, sum var á Kýpros í 2002