USA hevur ikki svikið Ukraina við fráboðanum um, at landið skal geva upp øki fyri friði, sum er komið fram eftir beinleiðis telefonsamband millum Trump við Putin.
Tað segði amerikanski verjumálaráðharrin, Pete Hegseth, á veg á fund við NATO-verjumálaráðharrarnar í Brússel í morgun.
- Tað er avgjørt ikki svik. Sum eg segði við okkara sameindur í gjár, so viðurkenna vit ta ótrúligu raðfestingina, sum hevur verið víst gjøgnum nógv ár.
- Og einki land hevur givið Ukraina meira enn USA. USA hevur gjørt íløgur fyri meira enn 300 milliardir dollarar í at stabilisera fremstu linjurnar eftir álopið hjá Russlandi. Har er einki svik, sigur Pete Hegseth.
Hann heldur, at USA og "allur heimurin" hava áhuga í einum samráðingarfriði, sum "steðgar drápunum."
- Tað fer at krevja, at báðir partar viðurkenna ting, sum teir ikki vilja viðurkenna.
- Tí er heimurin heppin at hava Trump forseta. Bara hann kann, í hesi løtu, fáa partarnar at hittast og binda frið, sigur Pete Hegseth.
Í gjár kom Pete Hegseth við fleiri nívandi útsøgnum um Ukraina, sum hava elvt til stúran millum evropeisku NATO-londini.
Umframt fráboðanina um, at Ukraina skal lata Russlandi øki, segði amerikanski verjumálaráðharrin, at Ukraina eisini skal geva upp dreymin um NATO-limaskap sum liður í eini friðaravtalu.
/Ritzau/