Verandi FM-vinnarar, Víkingur spældu í dag dyst á heimavølli í VFF-Cup. Mótstøðuliðið var TB.
Tað eydnaðist Víkingi at vinna dystin 2-0.
Úrslitini í 3. umfarinum í VFF Cup:
Víkingur-TB 2-0 (1-0)
1-0 Arnbjørn Svensson (45.)
2-0 Jørgen Nielsen (59.)
Úrslitini ígjár:
HB-B36 0-1 (0-1)
0-1 Hannes Agnarsson (25.)
NSÍ-07 Vestur 7-2 (1-1)
0-1 Jón Nielsen (18.)
1-1 Brandur H. Olsen (21.)
2-1 Klæmint A. Olsen (48.)
3-1 Klæmint A. Olsen (50.)
3-2 Jón Nielsen (53.)
4-2 Klæmint A. Olsen (64.)
5-2 Steffan A. Løkin (69.)
6-2 Jann J. Benjaminsen (74.)
7-2 Brandur H. Olsen (75.)
EB/Streymur-B68 1-0 (0-0)
1-0 Emil Joensen (79.)
FC Suðuroy-KÍ var avlýstur.
Víkingur hevur níggju stig, og NSÍ og EB/Streymur hava sjey stig hvør. B36 hevur seks stig, og KÍ og TB hava fýra stig hvør. KÍ hevur tó bert leikt tveir dystir. B68 og FC Suðuroy hava eitt stig hvør. FC Suðuroy hevur tó bert leikt tveir dystir. HB og 07 Vestur eru aftast við ongum stigi.
Skráin mikukvøldið 5. februar: TB-FC Suðuroy, 07 Vestur-HB, NSÍ-B68, KÍ-Víkingur, og EB/Streymur-B36.
Keldur: FaroeSoccer og Víkingur.