Í dag byrjaði kappingarárið í næstbestu donsku fótbóltsdeildini. Tvey føroyingalið vunnu og eitt leikti javnt.
Adrian R. Justinussen og liðfelagarnir í Hillerød vunnu á heimavølli 2-1 á Middelfart. Í 67. minutti skoraði Adrian sigursmálið, tá hann fangaði ein bólt í brotsteiginum, og hamraði bóltin uppundir nettakið. Eitt satt klassamál.
Middelfart legði seg á odda í 12. minutti. Monday Etim javnaði til 1-1 við einum brotssparki 10 minuttir seinni.
HER ber til at síggja málini í dystinum millum Hillerød og Middelfart.
Meinhard E. Olsen og liðfelagarnir í Kolding fingu eisini eina góða byrjan upp á kappingarárið við einum flottum 1-0 sigri á søguríka liðnum, AaB á heimavølli á Autocentralen Park leikvøllinum í Kolding.
Sterling Yateke skoraði sigursmálið í 55. minutti. Sami Sterling Yateke brendi eitt brotsspark tíðliga í fyrra hálvleiki. Beint undan steðginum var íslendski verjuleikarin hjá Kolding, Ari Leifsson vístur av vøllinum. Men hóast allan hendan mótburðin eydnaðist tað kortini Meinhardi og liðfeløgunum at vinna ein flottan sigur á niðurflytarunum úr superliguni.
Martin Agnarsson og liðfelagarnir í Aarhus, ið eru uppflytarar í deildini megnaðu í fyrsta dystinum hetta kappingarárið javnleik 0-0 á útivølli móti Sebastian Pingel og hansara liðfeløgum í Horsens.
Adrian, Meinhard og Martin fingu allir fulla spælitíð í dag.