VIDEO: Fyrsta kappingarmálið hjá Martini í 2025

(Video) Síggj málini frá dystinum Aarhus Fremad-AB 3-1

Tað gongur væl hjá Martini Agnarssyni í Aarhus Fremad í næstbestu donsku fótbóltsdeildini.

 

Leygardagin staðfesti hann í 85. minutti 3-1 sigurin hjá Aarhus Fremad á AB á Riisvangen leikvøllinum í Aarhus. Talan var um fyrsta kappingarmáli hjá Martini í 2025.

 

Aarhus Fremad hevur við 44 stigum vunnið grundspælið, og skal nú í 10 dystum í ovara endaspælinum royna at tryggja uppflytingina til næstbestu deildina.

 

HER ber til at síggja málini frá dystinum Aarhus Fremad-AB 3-1 (2-0):

 

##med2##